Ikki BMC, men BMW Mini

Gamli Mini er uppafturstaðin sum ein nútímans bilur.

Magnus Gunnarsson



Mini var ein kollvelting innan bilídnaðin, tá hann av fyrstan tíð kom á marknaðin í 1959, teknaður av Alec Issogonis. Tað var BMC (British Motor Corporation) ið kom við Mini, men nú er tað BMW sum kemur við næsta ættarliði av Mini.



BMW seldi ikki Mini

Upprunaliga var tað Rover, sum er ein beinleiðis eftirkomari hjá BMC, ið byrjaðu verkætlanina við nýggja Mini. Men Rover kom út í fíggjarligar trupulleikar, og fyritøkan bleiv seld til BMW, sum eftir nøkrum árum aftur seldi Rover til Phoenix í Onglandi. Teir seldu tó ikki Mini verkætlanina, og á bilaframsýningini í Paris, nú í oktober, var ein nýggjur framhjólstrektur BMW Mini sýndur fram. At ein BMW hevur framhjólstrekk, verður ikki so væl dámt av øllum, men ein Mini við bakhjóstrekk hevði heldur ikki verið góðtikið. Har mátti BMW boyggja seg.

Í gamlan stíl

Hóast BMW Mini líkist tí gamla Mini, er hatta ein nútímans bilur, við allari nýggjari trygdarútgerð. Ein stór broyting er støddin á hjólunum, sum á gamla Mini var 10?, og nú er 15?. Innan er nógv sum minnir um tann gamla, stórt speedometur í miðuni á instrumentborðinum og snúningsmátara á rættstammuni. Eisini liturin á bilinum, har takið hevur ein annan lit enn restin av bilinum.

Sum á tí gamla er motorurin tvørliggjandi, og tríggjar støddir verða at velja ímillum, har allir eru 4 syl.16V og 1,6 litur við 90 hk, Cooper hevur 115 hk og Cooper S hevur 165 hk. Seinni koma væntandi fleiri útgávur við minni motorum.



Dýrur bilur

Tað vísir seg at nakrir bilar, sum fólk hava tikið sera væl ímóti, ikki sleppa at fara í søguna uttan víðari, sum til dømis VW Beetle, ið er VW Boblan í nýggjari útgávu.

Um BMW Mini verður ein succes, er ringt at siga nakað um, tí príslegan hevur stóra ávirkan á søluna. Í Danmark verður roknað við at prísirnir fara at verða millum 235.000,- og 275.000,- krónur fyri hesar fyrstu útgávurnar, men væntandi koma bíligari útgávur seinni.