Helgi Abrahamsen
Kai Vágfjall skrivar í Dimmalætting tann 30. mars, at tað er ikki sørt, at eg havi havt hug at gera gjøldur burturúr Knúti Eysturstein í blaðkjakinum, sum hevur verið okkara millum hesa seinastu tíðina. Hetta harmar meg, tí er tað nakað eg ikki ynski, so er tað at gera gjøldur burturúr teimum, sum hava eina aðra hugsjón enn eg havi sjálvur. Sjálvandi skulu fólk hava loyvi at vera tjóðveldisfólk, sjálvt um eg eri sambandsmaður, og sjálvandi hava eg og Knút Eysturstein loyvi at kjakast í bløðunum, uttan at tað merkir, at vit gera gjøldur burturúr hvørjum øðrum.
Men eftir at hava sagt hetta, roynir Kai Vágfjall sjálvur at gera gjøldur burturúr mær, við at seta mínar spurningar inn í orðatakið "ein býttur kann spyrja meira enn ein vísur kann svara" (orðatakið sigur annars TÍGGJU vísir, men sama ger. - Higartil hevur tað hvørki eydnast at fáa ein ella tíggju fullveldismenn at svara mínum spurningum).
Kai Vágfjall sigur í greinini, at tað ber snøgt sagt ikki til at svara spurninginum, hvussu eitt føroyskt fullveldi skal fíggjast. - Tað var løgi !
Vit hava síðani 1999 fingið Hvítubók, "íslendsku tølini", og sokallaðar "kravsgreiningar", og harafturat hava embætismenn og politikarar ferðast land og ríki runt, fyri at sannføra Føroya fólk um, at við 15 - 20 ára skiftistíð og tveimum prosentum í búskaparvøkstri, er eingin trupulleiki at fíggja eitt fullveldi. Og nú fáa vit at vita frá einum fullveldismanni, at tað ber als ikki til at gera slíkar útrokningar.
Men kanska hevur Kai rætt í tí, at tað er hóast alt ikki so lætt at spáa um framtíðina. Tann sokallaða "kravsgreiningin", sum løgtingsmenn fingu frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum í 2001, hevði framskrivingar heilt fram til ár 2016. Men longu í 2003 er landskassaavlopið meira enn 200 mió. krónur lægri, enn varisligasta metingin í kravsgreiningini vísti. - So tað er ikki undarligt, at Tjóðveldisflokkurin vildi sleppa í andstøðu, sum støðan var vorðin.
Nógvir feilir í greinini
Annars eru nógvir feilir í greinini hjá Kai Vágfjall. Til dømis sigur hann tvær ferðir, at blokkstuðulin er 600.000 krónur, hóast rætta talið er meira enn túsund ferðir so høgt (630 mió. krónur). Av hesum peningi sigur Kai, fer ein partur til tað hann kallar "rindan fyri donsk áhugamál her á landi", og sipar hann til rentur og avdráttir av lánum, sum føroyski landskassin skyldar í Danmark. Men hví skylda vit dønum- og ikki onkrum øðrum pengar ? Svarið finna vit millum annað í eini grein, sum Kai Vágfjall sjálvur hevði í bløðunum fyri 4 árum síðani. Í henni segði hann, at danska stjórnin tók alla uttanlandsskuld okkara uppá seg. Tí skylda vit teimum pengar!
Um vit ímynda okkum, at danir ikki høvdu hjálpt okkum við lániskuldini, so hevði Kai ikki kunnað kallað tað donsk áhugamál. Men spurningurin er, um vit høvdu verið ríkari av tí ? - Eg haldi ikki.
Landsbankin fullur av blokkstuðli
Síðani sigur hann, at sambandslandsstýrið hevur kunngjørt, at teir ætla at "ræna pening, sum undanfarna samgonga hevur spart upp í Landsbankanum". Til hetta er at siga, at Tjóðveldisflokkurin hevur eisini gjørt eitt fíggjarlógaruppskot, sum vísir 99 mió. krónur í halli, umframt at 77 mió. krónur skulu gjaldast í avdráttum. Hevur Kai Vágfjall kannað eftir, hvar Tjóðveldisflokkurin ætlar at fáa hesar 176 milliónirnar frá, um tær ikki skulu takast úr Landsbankanum? Og hevur Kai Vágfjall roknað út, hvussu stórt hallið hevði verið á fíggjarlógaruppskotinum hjá Tjóðveldisflokkinum, um eingin blokkstuðul var, og inntøkurnar tí vóru 630 mió. krónur lægri enn tær eru? Og hevur hann roknað út, hvussu langa tíð tað hevði tikið at tømt Landsbankan, um hesi tølini vóru veruleiki?
Kanska skuldi Kai Vágfjall eisini roynt at roknað út, hvussu nógv undanfarna samgonga hevði klárað at spart upp í Landsbankanum, um inntøkurnar í árunum frá 1998 til 2003 høvdu verið 5.092 mió. krónur (sum svarar til blokkstuðulin hesi árini) lægri enn tær veruliga vóru.
Eingin niðurgering av føroyingum
Einastaðni í greinini sigur Kai Vágfjall soleiðis um mínar blaðgreinar: "Skrivingin hjá hesum erka sambandsmanni, er, sum ikki einaferð, ein niðurgering av føroyingum, sum einki nytta, einki duga o.s.fr." Eg fari at enda við at spyrja Kai Vágfjall, um hann kann vísa á nakran setning sum eg havi skrivað í bløðunum, har føroyingar verða niðurgjørdir, ella har eg sigi, at føroyingar einki nytta ella einki duga?