Ikki Høgni Hoydal, men Frank Jensen


 

A. Guttormur Djurhuus


Onkur av okkara politikarum, Høgni Hoydal m.a., hava uppundir danska fólkatingsvalið, ditta sær til at endurgeva Frank Jensen fyri tað, hann fyrr í ár segði um ræðisrættin yvir føroysku undirgrundini, og harvið yvir oljuni sum har er. At tað eru danir sum hava hann. Og sjálvandi er tað so.

Tað danski løgmálaráðharrin segði var orðarætt: Det færøske hjemmestyre har med råstofaftalen alene fået overdraget den lovgivende og administrative kompetance. Der er således ikke med aftalen tale om overdragelse af ejendomsretten over undergrunden på Færøerne.

Nú halda summi her á landi at hesin veruleiki skal dyljast fyri útlendingum og -okkum sjálvum. Annars verður tað til skaða fyri landið. Teir vilja innføra sensur. Ikki at undra seg yvir, at løgmaður, sum fegin vil hava tað at síggja út sum um hann hevur vald, sum hann ikki hevur, ikki tolir at hoyra sannleikan, um hvør ið hevur evsta vald yvir undirgrundini. At undra seg yvir er hinvegin at tveir mætir løgfrøðingar halda at danski løgmálaráðharrin ikki má endurgevast fyri tað hann hevur sagt av fólkatingsins røðarapalli. Ella er tað at undrast yvir? Er tað glorian sum fúnar?

Tað var sera óheppið, fyri teir, sum høvdu billað Føroya fólki inn, at nú var undirgrundin yvirtikin, at hoyra danska løgmálaráðharran siga frá fólkatingsins røðarapalli at í roynd og veru, var einki hent. At hann skuldi vera so opinskáraður var skelkandi. Tað var honum tit skuldu givið múlaband og ikki Høgna Hoydal.

Heldur skuldi Jan Müller, blaðstjóri, fingið løgmann, Halgir W. Poulsen, advokat og Herálv Joensen, stjóra í oljumálastýrinum at fara í hernað móti danska løgmálaráðharranum, enn at fara á heksajakt her heima hjá okkum sjálvum.