Tað er verri at fíggja sethús á bygd enn tað er í Havnini, men tað er ikki eitt mál, sum landsstýrið heldur at tað er neyðugt at gera nakað við Landsstýrið fer ikki at gera tað lættari at fíggja sethús á bygd.
Tað gjørdi Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, greitt, nú hann svaraði einum spurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.
Løgtingsmaðurin vísti á, at hús á bygd hava lægri søluvirði enn hús í Havn.
Hann sigur, at byggir tú eini hús á útoyggj, kosta tey áleið 1,2 millión. Tá húsini eru liðug, kanst tú neyvan selja tey meir enn 800.000 krónur, sum er 30% minni enn tey kostaðu at byggja. Hetta ger, at trupult er at fíggja bygging í útjaðaranum afturímóti í miðøkinum og ivaleyst verður lánið dýrari av tí sama, tí trygdin er minni.
Tí spurdi hann um politiskar ætlanir eru at javna henda mismunin.
Hann heldur, at tað kann verða gjørt við rentustuðlinum, so at lánarin í útjaðaranum fær hægri rentustuðul enn tann, sum byggir í miðøkinum, so rentuútreiðslurnar eru áleið tær somu?
Men hetta er ikki ein spurningur, sum Bárður Nielsen ætlar at gera nakað við.
Hann sigur, at hann er greiður um støðuna.
- Tað er ikki av fíggjarligum orsøkum, at fólk seta seg í nógv størri húsaskuld fyri at búgva í Havn. Hann væntar eisini, at tað skal meiri enn hægri rentustuðul til fyri at fáa fólk at búsetast á útoyggj.
Men landsstýrismaðurin vísti eisini á, at rentustuðulin er ein almenn skipan og hann helt, at tað var var skeivt at gera mun á fólki í hesum føri, alt eftir, hvar tey vilja búsetast.
Hann helt eisini, at prísmunurin á húsum í sær sjálvum tillagar hesi viðurskifti.
Hann vísti eisini á, at hámark er sett fyri, hvussu nógv kann fáast í rentustuðuli, saman, hvussu nógv eini hús kosta.