Ikki júst arbeiðspláss men einar “Føroyar í javnvág”

At málið um at fáa “Føroyar í javnvág” er komið aftur á løgting og at ein kanning av verandi støðu er gjørd, er bert ein byrjan í drúgvum og áralongum stríði, nú veruligt arbeiði skal leggjast í málið

 

Millum hálva og heila øld, alt meðan handligu arbeiðsplássini eru tódnað og rationaliserað við tøknifrøðini, er umsitingarliga starvfólkið økt munandi. Av almennum stovum og uttanum teir er greið sentralisering (miðsavnan) framd, har lutfalsliga stórt tal av almennum arbeiðplássum eru niðurløgd og niðurskipað kring landið og flutt til høvuðsstaðin!

 

Málið snýr seg ikki júst um arbeiðspláss, men m.a. um minkandi ræðis- og avgerðrrætt og væntandi tænastur, skeiklaða umtalu í fjølmiðlum, um beinleiðis minkandi reklamu, sum høðsstaðarøkið fær við t.d. “timing”og tilevning av tíðindaflutningi, hvat tey meta  hevur tíðindavirði. Nógv av hesum er psykologi, tí pressan í høvuðsstaðnum vigar eini 70-80%, har sentralisman fær nátúrligt viðhald.

 

Grannalondini hava sæð vandan

Eg fari ikki í hesum viðfangi at koma inn á øll tey minkandi virði úti um í landinum, sum longu síggjast og komandi 10-15 árini fara at vísa seg av álvara, har tú t.d. byggir eini hús fyri. 2 mió. kr. og tú ætlar at selja tey aftur og fært hægst 1,2-1,3 mió.kr. fyri tey. Hetta er ikki haldbart.

 

Hetta er eisini hent kring okkum. Bæði  Danmark, Bretland, Noreg og Svøríki  hava sæð vandan, hvussu landið sjónliga er skeiklað og hava tí gjørt álvara av, at her skal broyting til og greið broyting er longu hend.

 

Nakað tvítýðugt

Havi lisið greinar og viðtal við m.a. Ben Arabo, stjóra og Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni. Fari bert at taka tvey dømi!

 

Ben Arabo sigur m.a.: “... trupulleiki við at flyta stovnar úr miðstaðaøkinum, er at teir skulu megna at draga starvsfólk til sín. – Her síggja vit jú, at Suðuroyggin hevur ein trupulleika longu við einum stovni sum Strandferðsluni....”

 

Frá Hilmari Eliasen, Strandferðslustjóra, verður endurgivið í sama blað: “ ... Hann heldur annars ikki, at Strandferðslan hevur liðið skaða av at verða flutt suðureftir...” Eisini sigur hann: “...Av teimum 17, sum arbeiða á umsitingini her suðuri, búgva 16 teirra í oynni....”  Her skal eisini tíð til.

 

Heilt nátúrliga verður eitt kjak millum tey, ið búgva í høvuðsstaðnum, sum vilja hava alt og hini, sum búgva úti um landið, sum eisini vilja hava. Tað er heldur onki at siga til, at ein tílík støðutakan kann vera subjektiv frá báðum síðum. -  Men ein støða skal takast.

 

Økini missa virði, tænastu og ræðisrætt

At málið um at fáa “Føroyar í javnvág” er komið aftur á løgting, og at ein kanning av verandi støðu er gjørd, er bert byrjan í drúgvum áralongum stríði, nú veruligt arbeiði skal leggjast í málið.

 

Talan er ikki júst um arbeiðspláss, men um ræðisrætt, tænastu, virði sum grundøkja- og húsaprísir, bankavælvild og treytir o.a. Her er talan um at fáa “Føroyar í javnvág”.