Meðan smittan veskur í fleiri økjum í Grønlandi, er fleiri avmarkingar setta í gildi.
Tí er nú galdandi, at ikki-koppsett eru útihýst frá fleiri almennum støðum í Nuuk, Upernavik og níggju bygdum.
Ta avgerðina hevur grønlendska landsstýrið tikið.
Við avgerðini verður sett úr gildi avmarkingin um, at bara 20 fólk kunnu hittast í Nuuk.
Men hinvegin er nú greitt, at tú skalt verða koppsettur fyri at vera á fleiri støðum í Nuuk, Upernavik og níggju bygdum.
Tað snýr seg millum annað um matstovur, bókasøvn, hjá hárfríðkara og í samkomuhúsum og til ítróttartiltøk.
Avgerðin er galdandi fyri øll oman fyri tvey ár, um ikki tú ert umfataður av sonevndur undantaksavgerðum.
Børn millum 2 og 12 ár kunnu eisini sleppa til stø, sum annars eru fevnd at kravi um koppseting, um tey hava verið smitta og sum prógv kunnu vísa positiva PCR-test, sum er minst 14 dagar gomul og hægst 12 vikur gomul.
Leygardagin doyði fyrsta fólk í Grønlandi við koronuvirus.
Seinastu vikurnar er smittan vaksin nógv í Upernavik og fleiri bygdum, skrivar KNR.
Um gongdina segði landslækini, Henrik L. Hansen, leygardagin sambært grønlendska miðlinum:
– Tíverri eru vit her í landinum á einum støði í farsóttini, har tað er væntandi, at sjúkan fer at krevja mannalív og annars hava somu gongd sum aðra staðni í heiminum.
Í Grønlandi hava avmarkingarnar verða tillagaðar loypandi fyri at fyribyrgja útbrotum av smittuni.
/ritzau/