Landsverk boðar frá, at tað nú ikki er koyrandi á Vestmannavegnum.
Ávaring er framvegis um sera vánalig koyrilíkindir um Gøtueiði, á Oyndarfjarðarvegnum, á Gjáarskarði, Vestmannavegnum, um Sandavágsháls, á Oyggjarvegnum, um Norðadalsskarð, um Velbastasháls, á Syðradalsvegnum á Streymoynni og Brekkuni Stóru á Sandoynni.
– Heitt verður á bilførarar um at vísa stórt varsemi, skrivar Landsverk.