Ikki nóg mikið at biðja um umbering

Forsetin í Afghanistan, Hamid Karzai, sigur, at tað er ikki nóg mikið, at NATO biður um umbering fyri, at álop hjá samgonguni kosta ósekum afghanum livið. Tað hevur hann sagt við ovastan fyri NATO-deildunum í Afghanistan, amerikanska generalin David Petraeus.

-Vegna tað afghanska fólkið krevji eg, at tú skipar so fyri, at NATO-álopini ikki kosta sivilfólki lívið. Fólk eru troytt av hesum drápunum, og umberingar og fordømingar sissa ikki tey syrgjandi, segði Karzai við amerikanska generalin.

BBC-tíðindakvinnan í Afghanistan, Jill McGivering, sigur, at álopini, sum kosta sivilfólki lívið, elva til veksandi spenning millum stjórnina í Kabul og USA. NATO verjir seg við at siga, at tað eru yvirhøvur álop frá Taliban, sum kosta ósekum afghanum lívið.

Í gjár doyðu minst 12 sivilfólk, teirra millum fimm børn, í einari bumbuspreinging har eysturi í Afghanistan.