Ikki næstbest&

Kinna Poulsen

At eittarar eru áhugaverdari enn tveyarar er líka vist sum at ósemja og stríð er meira spennandi enn friður. Í øllum førum fekk fyrsta Heystframsýningin í fjør nakað væl betri pláss í fjølmiðlunum enn tann í ár. Vit kunnu beinanvegin staðfesta, at hetta ikki hevur nakað við dygdina at gera, tí framsýningin í ár er minst líka góð sum tann í fjør, kanska betri.

Erotisk arabesk
Tólvmannaði listafólkabólkurin er í ár minkaður niður í 11, tí Rannvá Kunoy ikki hevur sæð seg føra fyri at senda nakað verk inn. Tað er spell, bæði fyri okkum og hana. Stóra høllin á Tórshavnar Skipasmiðju tykist tó alt annað enn tómlig; 75 umboðandi verk hjá 11 listafólkum er ivaleysa nóg mikið til at fylla høllina. Endaveggurin í listahøllini er ikki lættur at fáast við, samstundis sum hann er tann veggurin, ið sæst best í framsýningarrúminum. Listafólkini hava í hyggju til næsta ár at seta ein beinan vegg upp soleiðis, at endaveggurin ikki er so ójavnur sum nú. Grundin til, at hann riggar sera væl í ár er upphangingin, har fyrilit er tikið fyri, at veggirnir stinga seg út og inn. Tann arabesk-kenda upphangingin við smáum og stórum myndum hjá Anker Mortensen og Hansinu Olsen, ið bylgjast á vegginum er vøkur og fyrimyndarliga væl hugsað, eisini í mun til ljósið. Hansina Iversen arbeiðir eyðsýniliga fullspeed allatíðina og hóast vit kenna hennara myndamál aftur, gongur ein støðug menning og leitan fyri seg í hennara myndum. Í fjør, var myndaflatin meira kompaktur enn hann plagar, fyltur av bláum og grønum í myndum, sum hóast tær vóru nonfigurativar góvu hugasamband til regnvát landsløg. Í ár hómast aftur meira luft, men tó ikki so nógv av reinum lørifti, sum í eldri myndum hjá Hansinu Iversen. Í staðin er bakgrundin litað av einum tunnum farra av t. d. ljósum gulum, ið spælir saman við tí hálvgjøgnumskygda, himmalbláa litlagnum, sum eisini er bakgrund hjá tí meira kompakta bláa og violetta forminum fremst í myndarúminum. Hansina arbeiðir framvegis við ymsum rúmdum í myndunum, sum hon fær fram bæði við litsamanseting og við at variera mongdina av máling og strokum í teimum ymsu formunum. Formarnir eru enn rundleiddir og defineraðir av nágreiniligum pensilsstrokum, men fleiri av kompositiónunum eru diagonalar. Myndirnar tykjast hervið meira dynamiskar, men dynamikkur er eisini í sjónligu pensilsstrokunum og teimum langleiddu, aktivu formunum, ið nærkast hvørjum øðrum á veg út úr myndini. Og hóast luft og andaligar bláar litir tykjast myndirnar rútmiskar og eins sansaliga erotiskar og blómur Georgiu O´Keeffe.

Pátrongjandi mystisk tekin
Anker Mortensen gongur skjótt til tey hálvtrýss og allíkavæl er einki, sum týðir uppá, at stavnurin ætlar at binda frið og halda seg til tað, sum hann plagar at mála og sum hann dugir at mála. Tá fólk endiliga fóru at dáma tær hvítu myndirnar, gjørdust tær bláar og tá tær bláu tóku at tekkjast, kom svart og gult og alt møguligt annað meiggj upp í leikin. Skelkurin var tó ikki so stórur hesa ferð av tí, at eg hevði sæð eitt prent, sum Anker nýliga hevur gjørt og sum bendi á, at listamaðurin ætlaði sær nýggjar leiðir; frá eksplosión til implosión so to speak og so tó ikki. Tær smáu myndirnar á framsýningini eru lættar at dáma, men tær tríggjar stóru myndirnar eru alt annað enn brávakrar, ella brágóðar. Tær tykjast í fyrstani eins strævnar og pátrongjandi og tekningar hjá børnum, sum júst eru blivin nóg vaksin til at stýra handalagi og køva huglagi í nóg stóran mun til at kunna tekna meira skipað. Myndirnar innihalda fýra nøkulunda eins formar, sum eru ávikavíst ljósabláir, ljósareyðir, ljósagrønir og gulir, ið eru innrammaðir av svørtum. Formarnir eru settir upp í einum skipaðum mynstri og standa so har og lýsa upp sum tigandi, mystisk tekin í myrkrinum. Eyka dentur verður lagdur á religiøsa árinið við upphangingini við teimum trimum stóru myndunum á einum veggi, sum kundi verið ein stór nonfigurativ altartalva í trimum pørtum. Myndirnar vaksa í týdningi hvørja ferð tú sært tær og eg ætli mær útaftur at vita hvat tær nú hava at siga.

Stáltorso og glassúlur
Andrias Andriassen hevur roynt seg við øðrum tilfari enn vanligt við eini kvinnutorso í stálmøtrikkum. Standmyndin riggar sera væl til tað ráa rúmið, hon stendur í, men tað hevði ikki gjørt nakað um Andrias hevði fleiri standmyndir við, har eksperimenterað varð bæði við tilfari og formi. Verk hjá Hanna Bjartalíð síggjast ikki eins ofta í Føroyum og fyrr. Nú mann tað vera júst eitt ár síðan eg seinast sá nakað hjá honum og broyting er sanniliga hend hetta árið. Myndevnið er broytt frá teimum stuttligu og rørandi persónstekningunum til pastos (næstan 3D-árin) mynstur av prikkum og stjørnum. Listamaðurin er djarvur at royna nýggjar leiðir, men eg sakni Hanna og tær fabulerandi tekningarnar, sum bara Hanni kann gera tær, eins og vit síggja í kataloginum. Árinið av glassúlunum hjá Tróndi Patursson er fyrst og fremst dekorativt, men tað dramatiska hómast eisini, ikki minst í tí einu súluni, sum varð upplýst innanfrá, nakað sum helst hevur nógvar møguleikar í sær. Tróndur hevur úr at gera við síni glaslist og tað er gott, men eg gleði meg til hann fær tíð at mála og sýna fram nakrar av sínum málningum. Bárð Jákupsson mugu vit heldur ongantíð fata sum eina sjálvfylgju, hóast myndirnar líkjast og tykjast sjálvsagdar og í sofaformat. Um tú hyggur nóg væl eftir hansara framúrskarandi myndum á Heystframsýningini, sært tú, at einki sjálvsagt er í eini so tryggari lit- og rútmukenslu, at eingin megnar at seta violettar, grønar og bláar taktstrikur og okra, pink og aðrar bláar nótar á tað upploysta brúna og gráa tónahavi, á ein so musikalskt artistiskan hátt sum Bárður.

Óruddið í skipanini
Tað hevur verið stuttligt at fylgja eitt sindur við í menningini hjá Bjarna Werner Sørensen. Hóast øgiligur munur er millum nýggju myndirnar og tær, hann sýndi fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn fyri mongum árum síðani, ber til at kenna organisku mynstrini í myndum hansara aftur, sum tó eru nakað væl slættari og fastari skipaðar. Hetta er málarí, ið næstan líkist klippmyndum, so jøvn og ósjónlig eru strokini. Í frálíku myndini, sum eisini sæst í kataloginum arbeiðir listamaðurin við trimum grundum. Fremst í myndarúminum sæst ein endaleys ringrás av svart-hvítum formum, ið kundu minnt um bløð av plantum. Mynstrið í miðgrundini minnir um eitt hegn, meðan litstrípur liggja sum eitt at síggja til lívleyst bakgrundstapet aftast í myndini. Myndin vísir bæði til skínandi blanka popplist og kitsch, men hugtekur við sínum undantøkum, við óruddinum í skipanini, ið gerst alt týðiligari hvørja ferð tú hyggur at myndini. Tað er aftur í ár Bjarni, ið hevur gjørt myndaskránna, sum er lítil, men frálík við einum áhugaverdum teksti hjá Inger Smærup Sørensen, ið viðger hugtakið ekspressionismu í mun til tey 12 listafólkini, sum eru limir í Heystframsýningarbólkinum. Torbjørn Olsen málar við litum og strokum kenslur inn í sínar myndir, sum aftur í ár eru frálíkar og sum eg ummældi 8. sept. her í blaðnum. Í ár er tað Marius Olsen, sum eigur ta merkiligu, lýsandi landslagsmyndina, ið verður nýtt sum forsíðumynd á myndaskránni og hendan er bara eitt dømi um ta listarligu góðskuna og tann ótrúliga intensitetin, sum merkir allar tær 10 prentmyndirnar, sum Marius hevur við á Heystframsýningini. Tað hevði verið gott eisini at sæð nøkur steinprent, umframt tey smærru linoprentini, etjingarnar osfr. Men hetta kunnu vit so bara ynskja okkum at sleppa at síggja á eini serframsýning við myndum hjá Mariusi Olsen, sum vónandi fer at koma innan alt ov langa tíð.

Besta felagsframsýningin
Myndirnar hjá Olivuri við Neyst eru betri enn tær vóru í fjør og sama er galdandi fyri fleiri av hinum listafólkunum. Zacharias Heinesen hevur eina hugtakandi skreytmynd við, sum vísir hvussu lættliga og leikandi hesin listamaðurin fótar sær uttan fyri sítt vanliga úttrykk. Heystframsýningin er nógv tann besta felagsframsýningin av føroyskari list, sum hevur verið í ár. Eg sá veruliga einki beinleiðis vánaligt á Heystframsýningini, men sæð burtur frá Anker Mortensen sá eg heldur einki óvæntað, ella ljótt ella vilt ella fratørt og tað er í hesum førinum í lagi. Tað er harafturímóti upp á tíðina, at tey ungu og evnaríku taka seg saman at gera eina villa og øðrvísi felagsframsýning, so at vit aftur kunnu tosa um eitt yngri ættarlið innan føroysku listina. Tí yngra ættarliðið er (saman við við tygara ummælara) um at gerast miðaldrandi, í sjeymílastúvlaferð á veg inn í kummufrystara- og húsaeigaratilveruna. Og meðan vit bíða eftir ungdóminum, kunnu vit gleða okkum til at síggja tær nokkso fratøru myndirnar hjá Tóroddi Poulsen í Norðurlandahúsinum seinni í heyst. Heystframsýningin 2006 heldur fram til 15 oktober. Mánadag  fríggjadag kl- 14-17. Leygardag-sunnudag kl. 14-18.