Ein hjálparpakki til ferðavinnuna er gjørdur og liggur klárur. Men tað er ikki vist, at hann verður settur í gildið, tí enn er uppskotið ikki lagt fram.
– Tað er ein politiskur spurningur, nær hann verður lagdur fram, og um hann yvirhøvur verður lagdur fram, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í ferðavinnumálum.
Ferðavinnan hevur annars skríggjað eftir einum hjálparpakka í nógvar mánaðir nú, tí korona hevur lagt ferðavinnuna í dvalu.
Verður semja um hjálparpakkan, so kemur hann ígjøgnum. Men tað er ikki vist, at semja verður. So er spurningurin - ætlar Helgi Abrahamsen at mæla til at seta nýggja hjálparpakkan í gildið?
– Um landið letur upp, so er tað ein hjálparpakki í sær sjálvum. Men um tað gongur ov leingi, so mugu vit gera okkurt, sigur hann og meinar við, at um ferð kemur á ferðavinnuna nú, so er ikki neyðugt við einum hjálparpakka.
– Eg havi verið afturhaldandi við tí, tí eg havi vónað at okkurt hendir. Men eg haldi, at vit skulu koyra hjálparpakkan ígjøgnum, um einki hendir við ferðavinnuni heilt skjótt, sigur Helgi Abrahamsen.
– Tey í ferðavinnuni hava havt eina tunga tíð, eingin ivi um tað, sigur hann.
Nær tað so verður, er ringt at siga, tí nú verður skjótt páskaferia og annað. Men um nýggi hjálparpakkin verur settur í gildið, so verður hann galdandi frá tá hin fór úr gildið.
Nýggi hjálparpakkin minnir annars nógv um hjálparpakka 3, sum var fyri ferðavinnuna.
– Hann er stórt sæð líka sum hjálparpakki 3, har eru bara onkur smáting, sum eru tillagað. Men annars er tað í stórum tað sama sum hjálparpakki 3, sigur landsstýrismaðurin.