- Vit eiga ikki at vera ov harðrend móti fremmandum sjófólki, sum bróta reglurnar hjá okkum, tí vit vita ikki, hvat kann henda okkara egnu manningum úti í heimi. Í nýggjastu útgávuni av Mið & Magn, sum er blaðið hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið, er oddagrein, sum kallast ?Tá sjómenn verða viðfarnir sum brotsmenn?.
Tað er formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, sum vegna bæði feløgini hevur skrivað hesa grein, ið viðger veksandi trupulleikan hjá sjófólki innan altjóða sjóvinnu.
Í greinini vísir hann á, at málið um Skálaberg, sum í meiri enn ein mánað varð afturhildin í Murmansk, vísti, at føroyingar eisini hava áhuga í, at rættindini hjá sjófólki verða vird.
Hann sigur, at Skálaberg-málið varð loyst, tí nógvar og góðar kreftir miðvíst arbeiddu fyri eini loysn.
- Tað eru mong sum hava sagt, at hetta mál tók alt ov langa tíð at loysa. Men í mun til nógv onnur mál, sum vit kenna, gekk tað stak skjótt at fáa skip og manning á Skálabergi leysa aftur, sigur Eyðstein Djurhuus.
Hann vísir á, at eisini Føroyar mugu ansa eftir, at vit ikki gerast ov harðrend móti fremmandum sjómonnum, sum bróta reglurnar hjá okkum.
- Nógv skip koma inn í okkara FAS-skipan, og hesi sigla um allan heim. Vit vita ikki frammanundan, hvat kann henda fyri hesi skip og manningar, sigur Eyðstein Djurhuus.
Í oddagreinini í Mið & Magn leggur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag dent á, at vit øll, sum á ymiskan hátt varða av okkara sjóvinnu, mugu virka fyri, at grundleggjandi rættarstøðan hjá sjófólki verður vard.