Ikki rætt at avtaka stevnurnar

Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, heldur at atlit skulu takast til siðbundnu stevnurnar, tá onnur tiltøk fyriskipað

Ludvík við Stein, kappróðrarviðmerkjari, førdi í farnu viku í Sosialinum framm, at tíðin kanska var komin at skilja kappróðurin frá stevnunum.

 

Í samrøðu við Barbaru Holm mánadagin endurtók hann hetta sjónarmið og grundaði tað við, at sannleikin er, at stevnurnar ikki megna at geva kappróðrinum bestu umstøðurnar. Stevnurnar flyta úr fiðri á fiðr og onkustaðni er einans stevna 4. hvørt ár. Ásannast má eisini, sigur Ludvík við Stein, at allir fiðrir ikki eru líka væl egnaðir til kappróður, og Ludvík kundi tí hugsa sær, at umstøðurnar hjá kappróðrinum vóru settar í hásæti, tá støða skal takast til hvar og nær róður skal vera.

 

Les eisini Kundu tað sama róð á Kaldbaksfirði eitt mikukvøld 

 

Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya, segði mánadagin við Rás 2, at hann í stóran mun er samdur við Ludvík við Stein, men hann kundi hugsað sær, at plássið hjá stevnunum í føroyska mentanarlívinum var styrkt. Hann vísir millum annað á, hvussu stóra ávirkan Voxbotn hevur havt á Jóansøkuna, sum er fullkomiliga broytt, nú so nógvur ungdómur velur Voxbotn framm um. Tað  tykist, sum at stevnurnar tapa í kappinginin við onnur summartiltøk.

 

Les eisini Stevnurnar ongan góðan   

 

Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, heldur eisini, at tað er spell at siðbundnu stevnurnar skulu hava so vánalig kor.

 

- Øll vita nær Norðoyastevna er, øll vit nær Jóansøka er, tað er tí ikki rætt at avtaka tær, sigur Steinbjørn Jacobsen.

 

Steinbjørn O. Jacobsen heldur, at atlit eigur at verða tikið til gomlu stevnurnar, tá skipað verður fyri nýggjum tiltøkum, so at tær ikki liggja sama dag.

 

-Ikki minst Tórshavnar Kommuna, eigur at taka hædd fyri slíkum, tí har streyma so øgiligt fólk til.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Steinbjørn O. Jacobsen.