Tíðliga í summar gjørdi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Finnbogi Arge, greitt, at nógv umrøddi barnsburðargrunnurin loksins verður veruleiki. Í samgonguskjalinum stendur, at virkast skal fyri, at barnsburðargrunnur verður settur á stovn fyri allar partar á arbeiðsmarknaðinum. Nú er henda ætlanin staðfest í røðuni hjá løgmanni á ólavsøku, har sagt varð, at virkað verður fyri, at allar kvinnur á arbeiðsmarknaðninum verða javnsettar í sambandi við barnsburð. Í hesum sambandi verður barnsburðargrunnur settur á stovn, og fer ein slíkur grunnur at hava við sær, at kostnaðurin av barnsburðarfarloyvinum verður meira útjavnaður millum tey einstøku arbeiðsplássini.
Nú grunnurin er staðfestur tvær reisur av somu samgongu, stendur bert eftir at finna út av, hvussu hann verður skipaður og ikki minst fíggjaður. Og tað letur til ikki at verða nøkur løtt uppgáva at loysa hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum.
- Eg arbeiði við at finna út av, hvaðani pengarnir skulu koma til grunnin. Tí havi eg víst áhuga fyri pengunum hjá Arbeiðisloysistryggingini, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður.
Ógreiða um ábyrgd
Í summar hevði landsstýrismaðurin fund við stýrið í ALS um møguleikan at partur av pengunum, ALS eigur á bók, verður brúktur til umrødda grunn. Stýrisforkvinnan í ALS bað landsstýrismannin koma við eini skrivligari fráboðan um, hvør ætlanin ítøkiliga er. Hetta hevur landsstýrismaðurin ikki gjørt enn.
- Eg havi biðið fyrisitingina evnað ein fyrispurning til lógardeildina í Tinganesi um støðuna hjá ALS, hvussu stýrið í ALS hongur saman í sambandi við stýrisskipanarlógina, og hvør leikluturin hjá landsstýrinum er í mun til leiklutin hjá feløgunum, sum mynda stýrið í dag. Fyrr enn hetta er greitt, kann eg ikki fara víðari í málinum, sigur Finnbogi Arge.
Sostatt hevur tú ikki uppgivið at fáa hendur á pengunum hjá ALS til barnsburðargrunnin?
- Barnsburðargrunnurin skal setast á stovn. Spurningurin er bert, hvaðani peningurin til grunnin skal koma. Mítt fyrsta uppskot var, at tað er natúrligt, at ALS er við til at rinda til grunnin, men aftursvarið kom greitt og klárt beinanvegin frá stýrinum í ALS, at grunnurin er ikki teirra uppgáva. Tí eri eg noyddur til at hyggja eitt sindur breiðari uppá spurningin. Ein partur av hesum er so at fáa greiði á, hvønn leiklut landsstýrismaðurin hevur í mun til Arbeiðsloysistryggingina. Í Vinnumálastýrinum hava vit eina heilt greiða fatan av, at tað er landsstýrið, sum hevur ábyrgdina av Arbeiðsloysisskipanini, og hóast feløgini á arbeiðsmarknaðinum vilja hava landsstýrið at halda seg burtur, kann eg ikki tað, tí eg havi ráðharraábyrgd.
- Upprunaliga skuldi ALS vera ein sjálvboðin skipan millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, men í síðstu løtu varð hetta broytt við lóg í tinginum til eina tvungna skipan. Samstundis kom skipanin undir stýrisskipanarlógina, og harvið undir landsstýrismannin. Stýrið í ALS vil ikki góðtaka hesa støðuna, og tí skal lógardeildin greiða hesi viðurskifti, sigur Finnbogi Arge.
Slíkt tekur tíð. Vinnumálastýrið er við at leggja síðstu hond á fyrispurningin til lógardeildina. Nær hetta er avgreitt, torir landsstýrismaðurin ikki at siga nakað um.
Aðrir møguleikar
Hvørjar aðrar møguleikar sært tú fyri tær, sum kunnu fíggja grunnin?
- Sjálvandi eru aðrir møguleikar. Ein er at fáa tey, sum mynda landsstýrið og fíggjarmálastýrið at ganga við til, at barnsburðargrunnurin verður settur sum ein sjálvstøðug upphædd á fíggjarlógina. Men áðrenn tað kemur hartil, havi eg skyldu til at kanna allar aðrar møguleikar fyrst. Um tað eydnast at koma so langt, áðrenn fíggjarlógin kemur fyri, veit eg ikki. Tí tori eg ikki at siga, nær grunnurin verður veruleiki. Lógin um grunnin skal eisini verða samtykt á tingi fyrst. Alt strandar uppá viljan til at útvega pengarnar til grunnin, sigur Finnbogi Arge.
Landsstýrismaðurin hevur fingið eina meting um, hvussu nógv grunnurin fer at kosta, men hann vil ikki út við henni alment, fyrr enn hann hevur fingið tølini eftirkannað.