- Ikki undirtøka fyri tvingsilslógum

Tað er ikki politisk undirtøka fyri at gera tvangslógir, soleiðis at tey, sum koma til Føroya, skulu í tvungið sóttarhald.

Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fyri løtu síðani á tíðindafundi í Kringvarpinum.

Nógv hava ivast um, hvørt sóttarhaldini til teirra, ið koma til Føroya, eru kravd ella sjálvboðin. Samstundis hevur ein Facebook bólkur, ið krevur tvungið sóttarhald til ferðandi til Føroya, seinastu dagarnar fingið fleiri enn 2000 limir.

Á tíðindafundinum í dag varð sligið fast, at talan er altso um sjálvboðið sóttarhald, men at hvørki ynski ella meiriluti er fyri at gera sóttarhaldið tvungið.

– Higartil hava vit brúkt gularótina. [...] Hví broyta eitt vinnaralið, spurdi Kaj Leo Holm Johannesen og legði aftrat, at talan er í grundini um frísk fólk, sum koma til Føroya.