Annfinnur Zachariassen
Tórshavn 25. mars
Viðhvørt fært tú ein hvøkk. Fríggjakvøldið tann 23. mars fór eg at kanna eftir í postkassanum, um leygardagssosialurin var komin. Tað var hann. Setti meg væl til rættis og blaðaði soleiðis hissini í honum, sum eg plagi at gera í fyrstu atløgu. Í serblaðnum »Vikuskifti« var grein, ið Sonne Smith hevði skrivað.
Vanliga lesi eg at kalla alt, ið rekst fyri mær, og sum hevur við føroyskt mál at gera. Ein av teimum frægu teigunum, ið Tórður Jóansson skrivar í Skáanum, lesi eg regluliga. Men hetta fríggjakvøldið var Sonne tann maðurin, ið glefsaði og fýltist á tann út av lagi vánaliga málburð, ið fjølmiðlarnir borðreiða við.
Hvøkkurin kom, tá ið eg hevði lisið greinina. Raknaði við og visti við mær sjálvum, at Sonne hevur púra rætt. Tað eru fleiri við Sonna, sum hava júst somu fatan av nógvum føroyskum tíðindaflutningi.
Munurin millum hann og okkum er tann, at Sonne hevur lætt sær á og givið ilt av sær. Flest øll onnur sita framhaldandi á rassinum, hendur í favn og ilskast á vánaliga málburðin. tað skal nógv til at fáa okkum at rassast.
Nú er leygarmorgun, og sum lesarin skilir, so havi eg tikið meg um reiggj og sett meg við telduna at gera mínar viðmerkingar til henda ringa málsliga stand.
Var eg havnarmaður burturav, hevði eg sagt »tann reina elendigheit« um nógvan føroyskan fjølmiðlamálburð. Eingin avís, eingin dagur, uttan so, at tíðindaflutningurin og annað mangt í skrift og talu er á tremur av løgnum villum og fremmandum málburði og máliskum.
Summi tíðindafólk eru frægari enn onnur. Tey heilt fáu duga heilt væl. Treyðugt so, at tað ikki glógvar í onkrum, men meginreglan er vánaligur og jánkasligur málburður.
Tað er serstakliga at harmast um, at summi fólk í almenna útvarpinum ikki duga føroyskt nóg væl ella ikki gera sær nóg stóran málsligan ómak. Ein tann syndarligasta villan er, at fleiri tíðindafólk duga ikki at skyna á hvør- og hvønnfalli.
At kalla allir føroyingar geva sær stundir at lurta eftir útvarpinum. Málsligu árinini verða har eftir, og tað kostar okkum ikki einki, tað sum har verður sagt og gjørt. Eg eri ikki nógv øðrvísi enn onnur og vil fegin hava valuta fyri pengarnar. Tað er tí at harmast um, at henda málsliga sóttin hóttir mál okkara og herjar í hvørjari stovu hvønn dag og fleiri ferðir um dagin.
Haldi ikki, at neyðugt er at nevna nógv dømi um hesi viðurskifti. Tey singla um oyruni, tá ið vit lurta. Havi kortini hug at nevna eitt ikki sørt skemtiligt dømi. Nú ein dagin í tíðindasending í útvarpinum, var fyrri stavurin a í havtasku málborin á sama hátt sum bókstavurin á flatfiski.
Sjálvandi ber til at hugsa, at hetta er serføroyskt bygdarmál, ið eg einki veit um, men eg gjørdist stórliga bilsin og spurdi meg sjálvan, hvør hendan taskan mundi vera.
Eitt annað tilvildarligt dømi um knortluta skriving er tíðindastubbi frá Vinnuhúsinum. Stubbin stendur í Sosialinum tann 23. mars, og har verður skrivað:
»Mánadagin skipar TK-stovan fyri einari kunning um betri stýring av tilboðsgeving, ordramóttøku og framleiðslugongdini, so endamálið at levera til avtalaða tíð heldur«.
Sum frensurin Garfield segði »jeg græmmes«. Havi hug at taka eitt dømi aftrat úr kappingarlógini, ið er løgtingslóg, samtykt á tingi 1992. Í grein 1 í hesari mergjaðu lóg stendur:
»Lógin hevur til endamál at fremja kapping og harvið styrkja virkisføri í framleiðslu og handli av vørum og tænastum v.m. við mest møguligum gjøgnumskygni viðvíkjandi kappingarviðurskiftum og við tiltøkum ímóti avmarking av vinnufrælsinum og øðrum skaðiligum árinum av kappingaravmarkingum«.
Hann náði okkum, er hetta tann standardur, ið almannaverkið miðar eftir og vil hava. Mær kemur til hugs orðatakið: Ikki kemur í kór tað, ið sjálvt vil fara í flór.
Havi enn einki grett um almenna sjónvarpið. Tey í sjónvarpinum hava tann fyrimun, fram um útvarpið, at tað sindrið av føroyskum, ið har verður talað, er eina mest í Degi og viku, 3 ferðir um vikuna. Tað skulu tey eiga kortini, at í hesum sendingum er málburðurin yvirhøvur góður.
Í sendingini Grannum okkara eru javnan tíðindi at hoyra og síggja úr Íslandi. Eg veit ikki, hví hendan sendingin ongan tekst hevur. Minnist meg rætt, hevur verið frammi, at tøkniliga ber ikki til at orða føroyskan tekst á sendingina.
Hetta tykir mær í so skemtiligt í hesum framkomnu tíðum og vánaliga umbering, ið argar meg og nógv onnur, ið ikki duga íslendskt. Men kanska er tað so, at starvsfólkið í sjónvarpinum skilir íslendskt? Sum nú er, var frægari, vórðu hesi tíðindini tikin av skránni.
So er at spyrja, og hvat so, og hvørji ráð eru til at taka. Jóhannes av Skarði sáli segði mær, at í Fraklandi leiðbeina foreldur børnum sínum, málbóru tey seg skeivt. Í nógvum skúlum er framvegis nógv donsk tala og nógvar danskar lærubøkur. Hesi viðurskifti stimbra ikki føroyskt mál.
Mær er fortalt, at í Íslandi skulu tíðindafólk standa roynd í móðurmálinum fyri at koma sær fram í almennu miðlunum. Flest øll føroysk tíðindafólk hava danska útbúgving og sum skilst: Tað gevur at bíta. Kanska hevði tað verið ein gongd leið, at føroysk tíðindafólk stóðu roynd í føroyskum máli og málburði, áðrenn tey vórðu sett í starv.
Føroyingar bera orð fyri at vera væl lærdir. Vit hava lærdan háskúla, við føroyskum sum sergrein. Tað mátti borið til at oyst úr hesum grunni og sett serkøn fólk í almennu miðlarnar at leiðbeina tíðindafólki. Fólk, ið burturav hava føroyska málrøkt um hendur í skrift og talu.
Tað er ikki nóg mikið, at frálíkar orðabøkur eru tøkar. Standa tær á bókahillini sum prýðislutir, er lítil dugur í teimum. Tað, sum vit dag og dagliga hoyra og lesa hevur minst líka nógv og kanska meira at týða fyri málrøktina.
Fyri árum síðani var táttur í sjónvarpinum, ið Jóannes Skaale skipaði fyri. Tátturin var stuttur, men mangan stuttligur og elvdi til, at fólk skiftu orð um táttin og vandaðu sær meira um tað, ið sagt var. Hetta datt niðurfyri.
Frálíka sendingin Orðabókin í útvarpinum, ið Jóhan Hendrik skipaði fyri, er eisini farin fyri bakka, tað sama sum íkastið til góðan málburð, ið Jógvan í Lon hevði um hendur. Tað er spell, og stórur saknur er í hesum tiltøkum.
Tað sum harmar meg mest er, at virðingin fyri móðurmálinum tykist at vikna líðandi. Nú er alt so ómetaliga kool og kekkað. Ein skilamður hevur sagt um óítøkiligar veitingar, at vit vita ikki, hvørjar tær eru, fyrr enn vit ikki fáa tær longur, hava mist tær.
Málið er tílík óítøkilig veiting, ið vit hava fingið ókeypis við móðurmjólkini, og sum vit hava skyldu til at fara væl um. Havi altíð hildið, at torført er at gera vart við seg, so ella so, hevur tú ikki orð fyri tí, ið tú heldur og hugsar.
Málið er ein gullgripur. Fari neyvan skeivur, at júst hesi viðurskifti eru av alstórum týdningi, at vit framhaldandikunnu mennast sum serstakt fólk við egnum máli.
Sum skilst, fekk Sonne meg at rassast, og tað takki eg honum fyri. Fari heldur ikki skeivur, tá ið eg haldi, at tað man vera tað, ið Sonne vil hava fólk at gera, at taka seg um reiggj og gera nakað við hetta álvarsama málið. At taka í egnan barm og ásanna, at hvør skilst við annan, eingin skilst við sjálvan seg.