Flogfarið var í innanríkisrutu frá Blenheim til Christchurch í Ný Sælandi, tá ein kvinna, sum var millum ferðafólkini, leyp á teir báðar flogskipararnar við knívi, samstundis sum hon hótti við at spreingja flogfarið í luftina - ella rættari sagt luftini.
Tað eydnaðist teirri 33 ára gomlu kvinnuni stinga annan flogskiparan í aðra hondina, og síðani stakk hon hin flogskiparan í annað beinið. Undir álopinum rópti hon, at hon hevði lagt eina bumbu í flogfarið.
Tað eydnaðist at fáa bilbukt við kvinnuna, sum bleiv tikin, so skjótt flogfarið hevði sett seg. Løgreglan sendi fólk og hundar umborð á flogfarið at leita eftir bumbuni, men har var eingin bumba.
Sum skilst er álopskvinnan upprunaliga ættað úr Somalia.