Kendi profilurin í føroyskari svimjing, Rólant Toftum, hevur hetta vikuskiftið bara svomið teir styttru teinarnar á 50 metrar til FM á langgeil, sum hetta vikuskiftið er í Pálshøll í Vági
Hetta er triðja árið, at kappast verður til FM á langgeil. Eitt merkisvert til hesa stevnuna er, at ein av kendu profilunum í føroyskari svimjing seinastu árini, Rólant Toftum, bert svam teir styttru teinarnar á 50 metrar, og her eydnaðist honum eisini at vinna og gerast føroyameistari í 50 m rygg og 50 m firvald.
Rólant stríðist við tvær álvarssamar sjúkur. Hann hevur leingi verið illa plágaður av gikt og hevur tikið heilivág fyri hesa sjúku. Av tí at hann hevur fingið hendan heilivág, hevur hann fingið undantak at svimja til kappingar, so hann ikki verður tikin fyri doping. Men hetta undantak er tikið frá honum, og tí megnar hann bert at svimja teir styttru teinarnar. Tó tekur hann annan heilivág fyri gikt, sum ikki er fevndur av dopingavmarkingunum.
Ikki nóg mikið við tí. Rólant er eisini plágaður av astma og hevur so seint sum fyri nøkrum døgum síðani verið bráðinnlagdur á sjúkrahús.
Læknar á Landssjúkrahúsinum siga, at hetta eigur als ikki at bera til, at ein svimjari við so álvarsamum sjúkum, skal klára seg so væl. Men Rólant Toftum hevur vilja av stáli, sum ber hann so langt.
At Rólant hevur ein sterkan vilja sæst eisini aftur í, at hann tekur miðnámsskúla upp á trý ár. Vanliga taka ítróttafólk á høgum støði miðnámskúla uppá fýra ár. Afturat harðari dagligari venjing, sum svarar til 15 tímar um vikuna, miðnámsskúla, so venur Rólant eisini aðrar svimjarar úr SuSvim.