Illa fór sluppin Esther

Tað var tann tíð, tá hon royndist sum eitt av okkara bestu snelluskipum, tó at hon var 100 ára gomul.

Sluppin Esther er bygd í 1888 og í 1988, tá hon hevði 100 ár á baki, varð túrur gjørdur niður til Grimsby.

Við í fylginum hendan túrin vóru fleiri skip og bátar úr Føroyum.

Eftir hátíðarhald í Grimsby og heimafturkomu til Føroya, fiskaði Esther nøkur ár eftir hetta.

Seinni varð hon keypt niðuraftur til Grimsby, har ætlanin var at varðveita skipið.

Men, Esther er ikki varðveitt. Hon liggur við havsins botn, undir liðini á einum gomlum trolara. Hon sakk fyrst í hesum árinum.

Sagt verður um Esther, at hetta var fyrsta skip, sum gjørdi royndir at trola - við seglum sum drívmegi.

Í Føroyum arbeiða kreftir við møguliga at keypa skipið heimaftur til Føroya, men um hetta fer at eydnast, fer tíðin at vísa.