Illa gitin rúsevnabarónur fallin

Myndugleikarnir í Kolombia kunngjørdu í kvøld, at ein illa gitin rúsevnabarónur, Pedro Guerrero, er fallin í skotbardaga við løgregluna. Kolombisku myndugleikarnir halda, at Guerrero hevði ábyrgdina av meiri enn 3.000 drápum, tá hann var leiðari fyri hernaðarrørsluni AUC.

Amerikanararnir høvdu lovað góðar 2,5 milliónir krónur í finningarløn, um onkur kundi koma við upplýsingum, sum kundu hava við sær, at tann 40 ára gamli rúsevnabarónurin bleiv tikin.

-Drápsmaðurin, sum bar av øllum, er fallin, segði kolombiski forsetin, Juan Manuel Santos, tá hann í kvøld vitjaði eina løgreglustøð í høvuðsstaðnum Bogota.

Jólaaftan søktu umleið 200 løgreglumenn at tilhaldsstaðnum hjá Pedro Guerrero í býnum Puerto Alvira. Sjey brotsmenn vórðu tiknir á lívi, og tveir løgreglumenn lógu eftirá. Guerrero var ikki at finna, men í gjár fann løgreglan lík hansara.