Eg bleiv valdur inn við nær um 600 atkvøðum.
Á tingfundi tann 22. dec 2010 fór eg á tingsins røðarapall og segði, um samgongan fer at avseta 25 mió til eitt vaktarskip, so heiti eg á samgonguna, um at leggja frá sær og fara til hús.
Og helt eg fram, at vit høvdu skert nær um so at fólk ikki høvdu mat í munnin, nøkunlunda soleiðs málbar eg meg.
Eg gjørdi mær sjálvum greitt, at um fíggjarnevndin fór at deila sól og vind og selja javnaðarpolitikk, so fór eg at atkvøða ímóti at leggja minstuløn og minstaforvinning út til partarnar, hetta segði eg fyri onkrum í mínum egna flokki, tað skuldi eg ongantíð havt gjørt.
Hvat hendur so
Jú, eg spyrji løgtingsformannin hvat hendur víðari henda dagin 22. dec. 2010. Hann svarar, at hesin fundurin verður tikin upp aftur, eg haldi kl. 18.00 var tað hann segði, til framløgu, og fíggjarætlanin bleiv tikin uppaftur í millum jól og nýggjar.
Hann kunngjørdi eisini, meini eg, á røðarapallinum at so bleiv.
Síðan tók eg í hondina á flestu tingfólkum og ynskti Gleðilig Jól sum vanligt er, síðan fór eg, ja í jólaferiu. Fyrst koyrdi eg út á Argir at ynskja langabbasoninum gleðilig jól, síðan gekk leiðin til Skopunar.
Hvat hendir so
Jú, teir ringja til mín, tað var kl. 20.35, og spyrja hvar eg eri, jú eg eri í Skopun, tað vita tit. Jamen vit fara at byrja aðru viðgerð av fíggjarlógini.
Mítt svar var, jamen eg sleppi ikki úr Skopun fyrr enn kl. 22.30.
Jú, hetta sá eg ikki sum nakran trupulleika, tí eg var sikkur í at boðini fóru víðari, og formansskapurin gav fólki møguleika at koma á ting. Knappan 1½ tíma seinni varð eg uppringdur, at mær nýttist ikki at koma, tí bæði 2. og 3. viðgerð vóru lidnar. Eg bleiv sum ísur, hvat so, jú svarið var, tú fekk hasar 10 mió til ítróttarhøll og eisini hasar pengarnar, so skipini kunnu sigla uttan at minka túratal, og prísurin fer ikki upp á ferðaseðlunum. Eg var málleysur. Jamen, var svarið aftur, var tað ikki tað tú stríddist fyri. Jú jú helt eg forfardur.
Men um mínir egnu ikki høvdu lumpað meg, so hevði støðan verið betri, tí í millum 2. og 3. viðgerð henda broytingar sum oftast. Og tá kundi eg tað sama havt fingið 40 mió til sandoyartunnilin, líka so væl sum at samgongan gav anstøðuni tær.
Samgongan gav frítt spæl til anstøðuna, Torbjørn Jacobsen fekk 25 mió til ransóknarskipið. Annita á Fríðriksmørk fekk 6 mió til tjópall, sum slett ikki var nakað, ið nakar hevði tosað um. Síðan fingu aðrir í samgonguni til sítt heimabeiti, sum slett ikki var tosað um.
Men eg lasti ongan politikkara, sum klárar at fáa síni áhugamál ígjøgnum, men tvørturímóti.
Men samgongan visti, at hon var komin á deyðastrá av skyrbjó.
Eg ætlaði at tiga um alt hetta, men við hesum, sum ein av javnaðarmonnunum segði á síðsta samgongufundi, sum eg heldur ikki slapp til grundað á, at fólk gloymur, at eg skal sigla til meginøkið.
Tá spurdi ein av hinum flokkunum, hvat sigur Gerhard um hatta. Tá svaraði ein av teimum erpnastu sveinunum í flokkinum, Gerhard bestemmar einki í flokkinum.
Nei eg veit
Javnaðarmaðurin úr Sandoynni bestemmar einki í Javnaðarflokkinum, men hvat siga veljarakanningarnar. Tær kundu funni upp á at bestemmað í Javnaðarflokkinum.
Hví siti eg í sjokk í hesu náttarkvirru og skrivi hesar reglur.
Jú, floksins hægsti maður kunngjørdi á sjónvarpsskíggjanum, at Javnaðarflokkurin tók undir við at leggja eldraøkið út á kommunurnar. Tá tað er hent, er síðsti neistin sloknaður í Javnaðarflokkinum. Tá fara okkara gomlu at hava ymiskar sømdir frá ríkum til fátøk. Onkur gomul fara at búgva nær um í moldholum og onnur at ganga á marmor, er hetta at verja tey gomlu. Hvat skal landið hava eftir, tá tey gomlu eru avreidd út á kommununar.
Eisini hevði Javnaðarflokkurin boygt seg við at leggja skúlar út á kommunurnar, men tað skuldi gerast gjøgnum bakdyrnar.
Eg vil siga, her fór síðsti neistin hjá Javnaðarflokkinum, eftir hesum skulu vit reka fólkaskúlan, eftir hvat kommununar hava ráð til at prioritera á hesum álvarsøki.
At man torur at viðgera slíkt, meðan okkara fólkavaldu úti um landið stríðast og kempa ímóti, at landið liggur annaðhvørt og hóttur at koyra tey gomlu út úr ymiskum heimum.
Jóannes latið okkum minstra av frá Kaj Leo, áðrenn hann hevur fingið sín vilja og avtofta flakavirkini, sum meiningin er, tí tá tað er gjørt, má Javnaðarflokkurin leggjast í respirator, og tá er ikki nógv tíð eftir, vita tit.
Tá verður útjaðarin í Føroyum sum í 60’unum, skipini sigla til útlond við ríkidøminum, sum tey fiska á okkara grunnum, sum skaparin tillutaði okkum.
Til síðst, um Javnaðarflokkurin fer at stuðla at leggja eldraøkið, skúlaøkið, niðurleggja skúlar, so eigur samgongan ikki mína atkvøðu.
Og vit í Javnaðarflokkinum kunnu syngja sangin hjá Mikkjal á Ryggi um áttamannafarið, men vit skulu seta Javnaðarflokkin í staðin.
Um leiðslan í Javnaðarflokkinum ikki er før fyri at leggja á annan bógv, so eigur annar róðursmaður at taka róðuri.
Við javnaðarkvøðu.