Fiskasjúka
Um middagsleiti fríggjadagin gjørdi landsdjóralæknin av at steingja havnina í Oyndarfirði fyri allari ferðslu, tí illgruni er um, at fiskasjúka er komin í ein aliring.
Illgrunin er vendur móti ILA sjúkuni, sum er tann sama, sum var í Fuglafirði herfyri.
Bjørn Harlou, landsdjóralækni, váttar, at havnin er stongd, og at illgruni er um sjúkuna, men sigur samstundis, at einki er staðfest enn.
Talan er um fisk hjá Pan Fish, sum hoyrir til Vestlax konsernina. Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon, sigur, at hann veit heldur ikki meira enn, at illgruni er um ILA. Tann illgrunin kom upp í samband við eitt vanligt rutinueftirlit á støðini.
Teir hava fingið ávísar fyriskipanir at halda seg til, sigur Frímund Hansen, og tað fara teir so at gera. Millum annað skulu royndir takast av fiskinum og sendast uttanlands til kanningar.
Tað er eitt lítið ár síðan, at sjúka var í Fuglafirði. Tá gingu fleiri dagar, frá tí royndirnar vórðu tiknar, til úrslitið var greitt. Funnist varð tá at, at tað var skeivt, at eingin slík kanningarstova var í Føroyum.
Og nú eitt ár seinni, eru vit aftur í somu støðu, og tað er ikki nóg gott, sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon í stuttari viðmerking.