Seinastu vikurnar hava evropeiskir miðlar verið á tremur við tíðindum um eitt vandamikið spæl á netinum, sum sigst hava kostað tannáringum lív í Russlandi, Spania og Belgia, tó tað enn ikki er staðfest, at tað er samanhangur millum ungdómssjálvmorðini og spælið Blue Whale Challenge.
Tó verður spælið mett nóg álvarsamt til, at eitt nú bretskir og franskir myndugleikar hava sent út ávaringar til foreldur, skúlar og almenningin um at halda seg frá spælinum.
Í stuttum snýr spælið seg um eina 50 daga avbjóðing, har tey, sum luttaka, fáa sent avbjóðingar av ymiskum slag hvønn dag í 50 dagar. Hesar avbjóðingar byrja í varliga endanum við til dømis einari avbjóðing um at hyggja eftir einum óhugnaligum filmi, ella sita upp i um náttina. Og at enda verða tey ungu drigin longur og longur inn í óhugnaligar avbjóðingar, sum enda við, at tey verða biðin at skera seg sjálvi ella taka lívið av sær.
Tó man ikki reiðiliga veit, hvat vendir upp og niður í hesum spælinum, ella um tað yvirhøvur finst, so er illgruni um, at tað situr ein bólkur av umsitarum handan spælið, sum fáa hesi ungu fólkini at gera sum tey vilja. Spælið sigst hava uppruna í Russlandi, har løgreglan, sambært BBC, nú kannar deyðsføll hjá tveimum ungum gentum fyri at vita, um tað hevur samband við spælið.
BBC skrivar, at tað eru nógvar óváttaðar søgur um Blue Whale Challenge spælið, men at tað tó er so mikið av álvara í tí til, at evropeisk løgregla hevur send áheitanir út til almenningin, eins og skúlar í fleiri evropeiskum londum hava ávarað foreldur at skúlabørnum um hetta spæl.