Minst fýra fólk doyðu í illveðri á Sardinia í gjár Tað var av ringasta veðri við stormi og gloprarregni á italsku miðalhavsoynni Sardinia í gjár.
Myndugleikarnir siga, at minst fýra fólk lótu lív, og harafturat gjørdi illveðrið stóran skaða.
Tað nógva regnið elvdi til vatnflóð í býnum Capoterra, og minst 1.000 fólk í býnum vóru avbyrgd frá umheiminum í fleiri tímar.