IM vónin brast. Men Olaf Berg vann stórmeistara

Talan gjørdist um ein sera flottan sigur, við hvíta fólkinum, hjá unga talv-talentinum úr Havnini. Og ikki minst kærkomin er sigurin, nú tað higartil ikki hevur hepnast at koma á stigatalvuna.

 

Heini Olsen úr Klaksvík hevði ryggin ímóti múrinum í jagstranini eftir IM-heitinum, tá hann við svarta fólkinum telvdi ímóti svenska FM Daniel Semcesen. Undan talvinum í dag var kravið 2½ stig trý tey seinastu umførini, til tess at røkka teim neyðugu 5 stigunum. Men útfallið gjørdist júst tað mest óhepna fyri Heina. Hann tapti talvið. Ein javnleikur hevði framvegis hildið IM-hurðini á gloppi. Hinvegin hevur Semcesen nú rættiliga góðar vánir í hansara IM-jagstran í kappingini.

 

Úrslitini frá 7. umfari:

 

Olaf Berg ? GM R. Åkesson 1-0

IM E. Lund ? GM G. Jones 1-0

GM S. Sulskis ? GM M. Grabarczyk ½-½

FM D. Semcesen ? FM Heini Olsen 1-0

IM T. Sammalvuo ? Martin Poulsen 1-0

 

8. og næstseinasta umfar verður telvað kl. 14.00 fríggjadag seinnapart. Tó byrjar talvið hjá Martini Poulsen kl. 09.00.

 

Heini Olsen telvar við hvíta fólkinum ímóti IM Tapani Sammalvuo úr Finlandi, meðan Martin Poulsen og Olaf Berg báðir hava svarta fólkið ímóti ávikavíst bretska stórmeistaranum GM Gawain Jones og altjóða meistaranum IM Esben Lund úr Danmark.

 

GM Sarunas Sulkis úr Litava er á odda í kappingini við 5½ stigi. Heini Olsen hevur 2½ stig, Martin Poulsen 2 stig og Olaf Berg 1 stig.

 

Fylgið LIVE-dekninginum ? leik fyri leik - á: www.faroechess.com