IMF góðar vónir um Danmark

Danmark er eitt av teimum fáu ídnaðarlondunum, sum hevur nóg stórt fíggjarligt rásarúm til at standa ímóti einari búskaparkreppu afturat. Tað skrivar Jyllands-Posturin í dag og vísir til eina greining, sum búskaparfrøðingar hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF, hava gjørt.

IMF-búskaparfrøðingarnir siga, at tey flestu ídnaðarlondini klára ikki eina búskaparkreppu afturat nú, tí tann almenna skuldin er alt ov stór.

Teir siga, at í 2015 verður tann almenna danska skuldin knappliga 50 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu ella á leið tað sama sum í 2009. Bara Svøríki, Suðurkorea, Ný Sæland og Avstralia fara at hava lutfalsliga minni almenna skuld enn Danmark í 2015.

IMF sigur í greingingini, at sjálvt um summi lond fara at hava sera stóra almenna skuld, fara sjálvt tey skuldartyngstu londini ikki á húsagang.