Íðin Klaksvíkingur

22 ára gamli Gulli Johansen úr Klaksvík hevur seinast árið givið út ikki færri enn 3 fløgur. Slíkari munnu tey fægstu arbeiða við, men sjálvur sigur Gulli, at hann langt í frá er liðugur enn

3. Fløgan frá Gulla, sum júst er komin á marknaðin ber heldur langa heitið »Immaculate Immanent Immutable Impetus«, og er talan um eina fløgu, har ein rúgva av øllum øllum møguligum tónleikastílum eru blandaðir saman.

Tá lurtað verður eftir fløguni ber til at hoyra techno, hiphop, industrial, trash-metal og mangt annað, so tað átti av sonnum verið nakað fyri øll.

Sera merkisvert er, at Gulli hevur spælt so at siga øll ljóðførini sjálvur. Einasta hjálpin á fløguni er, tá Mikkjal Hvannastein, sum vit annars kenna úr I am, spælir ávíkavist ass og solo guitar á tveimum løgum, har hann eisini hjálpir til við sanginum í øðrum teirra.

Frammanundan hevur hann latið tvær fløgur á marknaðin. Onnur við heitinum »Dark side of Truth« og hin undir einfalda heitinum »Gulli Johansen«.


Meira á veg

Vit fingu okkum eitt prát við klaksvíkingin, tá hann ein dagin var til arbeiðis í Miklagarði har norðuri, og spurdu vit hann um, hvat annað hann hevur í umbúna í løtuni.

Hann greiddi frá, at hann í løtuni er í ferð við at skriva sangir til eina nýggja fløgu, sum fer at verða skrúva saman á ein heilt serligan hátt. Tað er nevnliga ætlanin, at allir sangirnir á fløguni skulu hanga saman, soleiðis at eingi »hol« verða ímillum nakra staðni.

Søgan, sum hann hevur valt at skriva, er so at siga søgan um sítt egna lív, og heldur hann tað vera sera áhugavert at gera eina fløgu á henda hátt. Annars væntar Gulli, at hann á hesari fløguni fer at fáa sær hjálp frá fleiri tónleikarum, soleiðis at hann ikki skal spæla øll instrumentini sjálvur.

Hetta er tó ikki einasta ætlanin. Um einar 2-3 vikur er Gulli aftur úti við fløgu, men hesuferðina verður ikki talan um eina fløgu, har hann sjálvur spælir, men hinvegin verður talan um eina uppsamlingsfløgu, har løg frá 10 ymiskum føroyskum bólkum verða at hoyra. Sum nevnt eru bert einar 2-3 vikur til henda fløgan er at finna á handilshyllunum, og skuldi hon sostatt komið við til jólasøluna.

Komandi árið hevur Gulli annars eisini ætlanir um at geva út eina stakfløgu við onkrum hiphop løgum, umframt at hann eisini hevur nøkur onnur projekt í huganum, uttan at hann tó vil út við, hvat hesi snúgva seg um.


Gjørt skjótt av

Hóast hann við seinasta útspælinum er komin upp á 3 útgávur, so er talan um eitt rættuliga ungt navn innan føroyska tónleikaheimin. Ikki tí, klaksvíkingar hava ivaleyst hoyrt Gulla spæla, við tað at hann í eini 6 ár hevur verið við í ymsum bólkum har norðuri.

Tað er tó ikki fyrr enn seinasta árið, at hann rættuliga er farin at gera um seg, og sum tað skilst á lagnum, so eru ongar ætlanir um at seta ferðina niður.

Kanska er tað heldur hinvegin, at hann roynir at seta ferðina upp. Sjálvur heldur hann ikki, at tað ber til at liva av at gera tónleik í Føroyum, og slettis ikki hetta slag av tónleiki, leggur hann afturat, men hann er so í øllum førum komin við á 2 útlendskum fløgum. Í báðum førum er talan um uppsamlingsfløgur, og tann seinna av hesum, sum ber heitið Time Capsle 2000 kemur væntandi í Guinnes rekordbókina, við tað at talan verður um mest umfatandi uppsamlingsfløguna nakrantíð. Talan verður um eitt savn við 10 fløgum, har einir 200 ymsir bólkar hava latið løg til fløguna.

Tá vit spyrja hann, hvussu tað hevur gingist at selja fløgurnar higartil, svarar hann, at tað hevur gingið rímuliga væl, og hann er væl nøgdur sjálvur. Málið hevur alla tíðina verið, at útgávurnar skulu kunna hvíla í sær sjálvum, og tað hevur so eydnast.

Ein av orsøkunum til, at tað melur runt, er ivaleyst, at Gulli prodoserar og mixar alt sjálvur. Harumframt hevur hann eisini spælt flestu løgini og gjørt flestu programmeringarnar á fløgum sínum, soleiðis at hann hevur skula goldið sum minst til uttanfyristandandi, eins og hann er sloppin undan at skula leiga nakað studio.


Framtíðin

At enda fóru vit at fregnast um, hvat hesin ungi maðurin ætlar sær at gera í framtíðini, um sæð verður burtur frá tónleikinum.

Hann segði, at sum so er hann væl nøgdur við tilveru sína, soleiðis sum alt er í løtuni, men at hann í framtíðini kundi hugsað sær at lisið ella lært til okkurt innan tónleik, ella teknikk. T.d. kundi hann væl hugsað sær at verið tøkningur í Útvarpinum ella okkurt sovorðið, men tað má tíðin so vísa.

Fyri fyrst má hann í øllum førum royna at fáa tey ígongdverandi projektini frá hondini, og tey eru ikki so fá, sum skilst.