Í sendingini Vinstra Víkiskylda í dag verður evnið incest. Tvær kvinnur, sum hava verið útsettar fyri siðamisbrot siga sína søgu, og umboð frá Kris greiða frá teirra arbeiði Hvussu ávirkar tað lívið hjá einum persóni, at verða útsettur fyri incest ? og ber tað til at koma víðari ? Hetta fáa vit greiðu á í sendingini Vinstra Víkiskylda í dag.
Frá 15.00 ? 17.00 í dag verður Vinstra Víkiskylda aftur á skránni, og hesaferð er evnið incest.
Umboð frá Kris verða í rásarúminum, har tey greiða frá teirra arbeiði, og hvussu samfelagið kann hjálpa fólki, ið hava verið útsett fyri incest.
Annika Olsen, innlendismálaráðharri, og Bergtóra Høgnadóttir Joensen, tinglimur fyri Tjóðveldi siga sína hugsan um lógarverkið, og hvørjar ætlanir eru fyri framman.
Rás2 - títt radio