Løgreglan í India hevur handtikið yvir 2000 fólk, tí tey royna at forða kvinnum at náa fram til hindutemplið, sigur embætismaður í New Delhi.
Afturhaldssinnaðir hinduistar hava alla vikuna stríðst ímóti, at kvinnur í aldrinum frá 10 til 50 ár skulu sleppa fram at hindutemplinum Sabarimala í deilstatinum Kerala.
Tað var fyrstu ferð, at templið var opið, eftir at rætturin setti úr gildi eina lóg um, at kvinnur, sum kundu hava menstruatión, ikki høvdu atgongd til templið.
Kvinnur, sum vildu náa fram til templið, vorðu skumpaðar um koll av øðrum kvinnum og børnum, sum vildu forða teimum at røkka at templinum. Nøkur brutu rúrar í bilum ella bardust við løgregluna, sum vildi upploysa ólógligu forðingina av templinum.
– Vit hava handtikið 2061 fólk, sum eru skuldsett fyri ymisk lógarbrot, sigur ein talsmaður fyri løgregluna, sum ikki vil verða nevndur.
Fleiri handtøkur verða afturat, væntar hann.
Í India verður menstruatión vanliga fatað sum nakað óreint, og tað verður av mongum sett í samband við skomm og illar andar. Ein kúgv sigst at gerast lívssør, um ein kvinna við menstruatión nertir hana og matur spillist.
Tí eru nógv ímóti, at menstruerandi kvinnur koma inn í tempul ella eru við í trúarligum hátíðarhaldum.
Sabarimala-templið er í hesum døgum umrøðuevni í stríði um javnrættindi millum kynini, har siðbundin fólk stríðst móti framburðssinnaðum, sum ynska eina liberalari hinduismu.
Templið er bara opið nakrar fáar dagar um árið, og eftir dómin í síðsta mánaði í hægsta rætti í India hevur hópur av kvinnum roynt at sleppa inn í templið.
/ritzau/Reuters