- Hetta er onki annað enn ein roynd at skumpa alla ábyrgdina fyri eftirlønini yvir á løntakaran.
Ingeborg Vinther er forkvinna í landsins størsta fakfelag og hon tekur ikki glaðbeint undir undir við nýggju eftirlønarskipanini, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum almannakunngjørdi í gjár.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag krevur tvørturímóti, at stórar broytingar skulu gerast, áðrenn hon kann taka undir við uppskotinum.
Og hon væntar eisini, at onnur fakfeløg fara at krevja umfatandi broytingar, áðrenn tey kunnu góðtaka tað.
Sostatt er nakað tíðliga hjá Bárði Nielsen at seta seg upp afturá og vænta at alt er leyst og liðugt, nú hann hevur lagt uppskotið fram. Tvørturímóti er nógv sum bendir á, at tað verður eitt tungt hoyggj at draga at fáa eina nýggja eftirløn undir land.
Ingeborg Vinther ásannar, at tey hava ikki lisið uppskotið so nágreiniliga enn, men tað fer hon at brúka næstu dagarnar til.
Men longu nú hon hevur skimmað uppskotið ígjøgnum sær hon, at har skulu stórar broytingar til, áðrenn hon kann góðtaka tað og áðrenn hon metir, at fakfeløgini sum heild kunnu taka undir við tí.
Men av tí, at hon metir, at uppskotið krevur umfatandi broytingar, heldur hon, at tað er umráðandi at øll fakfeløgini seta seg saman at viðgera tað í felag.
- Um vit ikki kunnu semjast um allar smálutir, vóni eg, at vit kunnu semjast um tey yvirskipaðu viðurskiftini, sigur Ingeborg Vinther.
Samhaldsfasti ikki rørast
Tað, sum Ingeborg Vinther serliga átalar, er, at ætlanin er at samansjóða eftirlønir og samhaldsfasta eftirlønargrunnin.
Ætlanin er nevniliga, at grundupphæddin í fólkapensjónini skal takast úr Samhaldsfasta.
- Men spurningurin er so um tað eisini merkir helst, at tey, sum sjálvi spara til sína egnu eftirløn, fáa avmarkað útgjald úr Samhaldsfasta.
- Hetta kunnu vit undir ongum umstøðum taka undir við. Politikarar hava altíð vissað okkum um, at Samhaldsfasti skuldi ikki rørast og vit fara heldur ikki at góðtaka, at hann verður tikin nú og tengdur uppí vanligu eftirlønina.
Hon vísir á, at øll betala í Samhaldsfasta og tí kann tað ikki koma upp á tal, at summi kanska onki skulu fáa úr honum aftur.
- Landsstýrið sigur, at ætlanin er at útbyggja Samhaldsfasta, men hetta er ikki at byggja hann út. Hetta er at gera seg inn á hann og tað góðtaka vit ikki.
- Men vit stúra fyri, at fær tað almenna fatur á Samhaldsfasta, hvørvur peningurin bara og fer at verða brúktur til onnur endamál. Fyrr var ein ávísur partur av skattinum markaður til eftirløn og tá stóð á skattauppgerðini, hvussu nógv, vit høvdu betalt til eftirløn. Men so varð alt tikið inn á fíggjarlógina og síðani sóu vit ikki, hvussu nógv, vit høvdu betalt til eftirløn.
- Vit stúra, at tað sama fer at henda við Samhaldsfasta. Verður hann vavdur upp í eftirlønina, hvørvur hann, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tá ið vit skulu hava okkara egnu eftirløn, verður tað eisini neyðugt at fáa at vita, hvagar tær krónurnar enda, sum skattgjaldarin nú betalir til eftirlønir,
- Eg havi ikki álit á, at alt tað fer at verða brúkt til at menna eldraøkið við, sum landsstýrið sigur, staðfestir Ingeborg Vinther.
Tað eru eisini onnur viðurskifti í eftirlønarætlanini, sum krevja broytingar. Men hvørji tey eru, vil hon ikki siga meiri um enn, fyrrenn tey hava lisið uppskotið meiri nágreiniliga.
Skumpa ábyrgdina frá sær
Annars er Ingeborg Vinther grundleggjandi ósamd við uppskotinum hjá Bárði Nielsen.
- Skulu vit siga tað akkurát, sum tað er, er hetta onki annað enn ein roynd hjá landsstýrinum at flyta alla ábyrgdina fyri eftirlønina úr landskassanum yvir á hvønn einstakan løntakara og arbeiðsgevara.
Men tað er so ymiskt, hvussu nógv forvinna. Tí verður eisini ymiskt, hvat fólk kunnu betala í eftirløn og sostatt eisini, hvat tey fáa útgoldið í eftirløn.
- Av tí sama fer hetta at seta enn størri ferð sett á gongdina, sum longu er byrjað, nevniliga at føroyingar verða býttur sundur í A og B borgarar, har stættarmunurin verður enn størri.
Ingeborg Vinther spyr eisini, hvussu verður við teimum, sum eru yvir 40, fyri ikki at tosa um tey, sum eru yvir 50 og 60.
- Hesi fólkini fáa ikki stundir at spara nakað serligt til sína egnu eftirløn, tí tað tekur minst 30 ár. Tí er tað ein stórur spurningur, hvussu verður við hesum fólkunum og um nøkur skipan verður, so at tey ikki detta niðurímillum, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon sigur, at tey hava altíð tvíhildið um, at tey, sum lítla og onga eftirlønaruppsparing hava, skulu varðveita almennu fólkapensjónina, men eftir hesum uppskotinum er tað ivingarsamt, hvussu er við tí.
- Tað ørkymlar meg eisini ikki sørt, at Javnaðarflokkurin hevur alla tíðina tvíhildið um, at eftirlønin skal byggja á tríggjar súlur: Eina almenna eftirløn, eina sjálvbodna samansparing og Samhaldsfasta. Men hetta uppskotið er so ikki í samsvari við tað, tí nú er ætlanin at avtaka Samhaldsfasta og samansparingin verður ikki sjálvboðin, men kravd.
- Tí er hetta eisini at gera seg inn á tær skipanir, sum fleiri fakfeløg longu hava fingið sær, leggur Ingeborg Vinther afturat.
Hugsa fyrst um seg sjálvar
Ingeborg Vinther sigur, at hetta er ikki annað enn eitt dømi um, at politikarar fyrst og fremst hugsa um seg sjálvar.
Undanfarna samgonga hækkaði lønina og eftirlønina hjá løgtingslimum og landsstýrisfólkum munandi.
Síðani hevur hendan samgongan syrgt fyri, at útvega sær eftirløn til 1998.
- Sostatt hava politikarar syrgt fyri sær sjálvum. Og tá ið teir hava tryggjað seg sjálvar í allar endar, leggja teir vertin á vanliga fólkið, sigur Ingeborg Vinther.
- Tí eru ikki allar súður syftar og tað verri enn so, bara tí Bárður Nielsen nú hevur lagt eina nýggja eftirlønarætlan fyri fakfeløgini, staðfestir Ingeborg Vinther.