Sáttmálasamráðingar
? Eg havi rættiliga góðar vónir um at vit finna eina semju.
Tað segði Ingeborg vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, áðrenn hon fór á avgerandi fundin ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir um ein nýggjan sáttmála.
Í gjáramorgunin byrjaðu avgerðandi samráðingarnar ímillum Arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið um ein nýggjan sáttmála.
Sáttmálin gekk út á midnátt í gjárkvøldið, mánakvøldið og tá ið samráðingarnar vórðu tiknar upp í gjáramorgunin, skuldi samráðast út í eitt, til semja var funnin, ella til partarnir máttu ásanna, at tað varð neyðugt at boðsenda semingsmanninum.
Semingsmaðurin hevur so heimild til at útseta eitt verkfall í eina viku og tað plagar hann at gera.
Kanska óneyðugt við semingsmanni
Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag fríggjadagin , upplýsti Ingeborg Vinther, at samráðingarnar ganga so mikið væl, at hon hevði rættiliga góðar vónir um, at partarnir skuldi finna eina semju.
Ingeborg Vinther segði, at hon hevði enntá vónir um at partarnir kundu finna semju, uttan at senda boð eftir semingsmanninum.
? Hevði tað eydnast, hevði tað verið søguligt, men eg havi góðar vónir fyri tí, segði hon.
Undir øllum umstøðum helt hon at heilt góðar vónir eru fyri at tað slepst undan arbeiðssteðgi hesuferð, og tað er ikki ofta, at hon er so bjartskygd, tá ið farið verður undir endaligu samráðingarnar.
Heilt annar vilji
Men tað skilst eisini á Ingeborg, at hesuferð fóru partarnir undir samráðingar við einum veruligum vilja til at samráðast og at fáa eitt úrslit burturúr og einum heilt øðrum hugburði, enn vanligt hevur verið.
Ingeborg Vinther fortaldi fundarfólkinum, at tað er langt síðani, at partarnir eru farnir undir samráðingarnar í so góðum og positivum anda, sum hesuferð.
Tað skilst eisini á fundarfólkinum á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag, at krøvini frá arbeiðarafeløgunum eru minni enn tey plaga at vera og at feløgini hesuferð raðfesta gjøldtil eftirlønir og aðrar sosialar veitingar hægri enn beinleiðis lønarhækkingar.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, boða eisini arbeiðsgevararnir frá, at eftir teirra tykki hava samráðingarnar gingið so mikið væl, at eisini teir hava vónir um, at tað fer at eydnast at finna semju uttan at senda boð eftir semingsmonnuum
Men tá ið lesarin úti á bygd í Føroyum, fær hetta blaðið upp í hendur, er tað kanska longu greitt, hvussu úrslitið verður og um tað var rætt at hava so góðar vónir.