Ingi einsamallur í Norðustreymoy

Ingi Olsen er einasta valevnið á fólkaflokslistanum í Norðurstreymoy

 

Í tíðindaskrivi í dag skrivar Norðstreymoyar Fólkafloksfelag, at hava avgjørt at uppstilla Inga Olsen til løgtingsvalið.

 

Ingi Olsen hevur nærum 25 ár á baki sum bankamaður. Seinast í Grønlandi. Ingi er tó farin í annað starv og seinasta árið hevur hann verið góðskuleiðari hjá Vestmanna Seafood.

 

Ingi Olsen hevur verið uppstillaður nakrar ferðir áður, og hevur í stuttum millumbilum verið eykamaður á tingi.