Ingi skal venja Neistan

Nú er greitt, at Ingi Olsen fer at halda fram sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum. Ingi tók við venjarasessinum eftir Flemming Raben seint í farna kappingarári, og nú eru partarnir komnir ásamt um at leingja samstarvið, so tað eisini er galdandi fyri hetta kappingarárið, ið liggur fyri framman.