Ingibjørg og liðfelagarnir taptu greitt í Europa Cup

ÍBV tapti fyrru fjórðingsfinaluna við 11 málum

Tað er líkt til, at evropeiska ævintýrið hjá Ingibjørg Olsen og liðfeløgunum í ÍBV fer at enda á hesum sinni.

 

Fyrr í dag leikti ÍBV fyrru Europa Cup fjórðingsfinaluna móti krútsterka spanska liðnum, Costa del Sol Malaga.

 

Malaga vann greiðan 34-23 sigur. Í steðginum var Malaga á odda 19-12.

 

Báðir dystirnir vera leiktir niðri í Malaga, og í morgin klokkan 17 verður seinna fjórðingsfinalan leikt.

 

Ingibjørg Olsen var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV í dag.