Hetta vikuskiftið eru kvinnurnar hjá H71 ikki einastu føroysku kvinnurnar, ið royna seg í Europa Cup kappingini.
Ingibjørg Olsen skoraði tvey mál tá lið hennara, ÍBV í kvøld vann 26-20 á grikska liðnum, AEP Panorama úr Thessaloniki.
Móti dystarenda var ÍBV á odda 26-16, men grikska liðið fekk minka um munin við fýra málum seinastu løtuna.
Liðini spæla aftur á Heimey í morgin klokkan 13, og stendur ÍBV við einum góðum møguleika at koppa enn eitt grikskt lið í kappingini.
HER ber til at síggja dystin.
Ingibjørg Olsen fekk annars heiðurin at vera spælarin á lýsingarplakatini hjá ÍBV fyri dystinum móti AEP Panorama, sum tað sæst á myndini omanfyri.
So vóna vit, at pápi, Ingibjørg og systurin, Rannvá gera tað minst líka gott við H71 móti SPONO Eagles úr Sveis í Hoyvíkshøllini í annaðkvøld klokkan 18.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.