Ingibjørg vann - Natasja tapti

Tað gekk føroyingaliðunum misjavnt í fyrsta umfarinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

 

Føroyingaliðini í bestu kvinnudeildini í hondbólti spældu hetta vikuskiftið teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið. 

 

Ingibjørg Olsen skoraði eitt mál, tá hon og liðfelagarnir á heimavølli vunnu ein tepran 28-27 sigur á KA/Þ​ór.

 

ÍBV var á odda 14-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki hevði ÍBV eina leiðslu uppá sjey mál, men útiliðið vann seg innaftur í dystin. Tað helt kortini til ein sigur hjá ÍBV.

 

Natasja Hammer skoraði eitt mál fyri Haukar, ið vóru fyri stórtapi 22-37 fyri Vali á útivølli. 

 

Í steðginum var Valur á odda 20-11.

 

Komandi leygardag spælir ÍBV móti Stjørnuni á heimavølli. Dagin eftir spæla Haukar á útivølli móti KA/Þ​ór.