Ingilín D. Strøm hongur í klønum tráð

Sambært sjónvarpinum hjá Kringvarpinum er landsstýrismálanevndin samd um, at Ingilín D. Strøm hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum

Tað var í gjár, at landsstýrismálanevndin gjørdi niðurstøðu í málinum um Ingilín Didriksen Strøm, sum er kærd fyri at hava sagt ósatt fyri Løgtinginum um støðuna hjá Bústøðum.

Formaðurin í landsstýrismálanevndini upplýsti í gjár, at nevndin var samd um niðurstøðuna, sum ikki er almenn enn. Niðurstøðan verður fyrst send landsstýriskvinnuni, sum skal gera sínar viðmerkingar.

Tað var Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, sum kærdi landsstýriskvinnuna fyri landsstýrismálanevndini.

Er tað rætt sum Kringvarpið hevur funnið fram til, at nevndin er samd um,at landsstýriskvinnan hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum, og klárar landsstýriskvinnan ikki at sannføra nevndina um tað øvugta, so hongur hon í klønum tráð.

Verður tað endaliga niðurstøðan, at hon hevur sagt ósatt, so fer hon helst at leggja frá sær sum landsstýriskvinna. Annar møguleiki er, at løgmaður loysir hana úr starvi, ella at misálitisuppskot verður reist ímóti henni í Løgtinginum, sum so kann fella hana. 

Tað mest sannlíka er, at hon sjálv leggur frá sær, um so er, at hetta verður endaliga niðurstøðan.

Verður tað endin, so fer Ingilín D. Strøm aftur í Løgtingið, og tað merkir, at Kim Durhuus, sum situr í fjórða varasessinum hjá Javnaðarflokkinum má úr Løgtinginum.

Men um so verður, so skal Javnaðarflokkurin uttan iva hava eitt nýtt landsstýrisfólk. Mest sannlíkt verður tað so onkur av løgtingsfólkunum hjá flokkinum. Tey, sum eru vald á ting, men sum ikki eru í landsstýrinum, eru Bjarni Hammer, Jóhannis Joensen, Eyðgunn Samuelsen, Uni Holm Johannesen og Henrik Old.

Tað kann saktans verða onkur heilt annar, tí tað stendur flokkunum púra frítt at velja síni landsstýrisfólk. Men sannlíkt verður tað onkur av teimum valdu, ella í øllum førum onkur av teimum, sum stillaðu upp til seinasta løgtingsval. Tað er tað vanliga hjá stóru flokkunum, har nógv fólk eru um boðið, sum fegin vilja royna seg í landsstýrinum.

Ingilín D. Strøm hevur fingið longda freist at koma við viðmerkingum til 7. oktober.

Verður tað eitt av fólkunum, sum eru framman fyri Kim Durhuus, sum er nummar 13 á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta vali, so verða aftur boð eftir Kim Durhuus at røkja fjórða varasessin hjá Javnaðarflokkinum í Løgtinginum.