Inn í livandi listina

Listfrøðingurin Inger Smærup Sørensen hevur givið út listabókina “Livandi list”, har hon fer í dypdina við listini hjá 49 núlivandi føroyskum listafólkum.


Í bókini gevur Inger Smærup Sørensen eitt umfatandi innlit í ta livandi listina í Føroyum, við íkasti til tankarnar um, hvønn veg myndlistin í dag fer. Eisini vísir hon á, hvaðani hendan listin er sprottin. 


Samstundis er eisini talan um eina bók, sum hugleiðir um ymisk rák og gongdir í altjóða listasøguni og knýtir tey saman við føroysku listini á ein hátt. Soleiðis verða tey 49 listafólkini sett inn í listfrøðiligan karm, ið gevur nýggja fatan av nútíðarlistini 

Við bókini "Livandi list" fáa vit eisini fyri fyrstu ferð eitt yvirlit yvir føroyska samtíðarlist. 


Í bókini eru meiri enn 250 myndir. Umframt tey kendu listafólkini, so verða fleiri listafólk umrødd, sum enn liggja í útjaðaranum í føroyska listaheiminum. Felags fyri øll er tó, at tey hava sýnt fram í Føroyum seinastu árini.

Bókin verður útgivin í tveimum útgávum – einari føroyskari og eini danskari.

Í sambandi við at bókin “Livandi list” kemur út, verður móttøka í “Rit og Rák” í SMS fríggjadagin 10. oktober kl. 16.00.

Umframt rithøvundin, vera fleiri av listafólkunum til staðar.