Innflutningsvirðið av brennievni og øðrum oljuúrdráttum fyrra hálvár í ár er minkað meiri enn 14 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør Tøl hjá Hagstovuni vísa, at tað eru serliga bólkarnir brennolja og aðrir oljuúrdráttir, sum hava tær størstu broytingarnar.
Innflutningurin av brennolju vaks í 2005-06 meiri enn 36 prosent, meðan hann í 2006-07 er minkaður trý prosent. Tað sama er galdandi fyri aðrir oljuúrdráttir.
Prísgongdin á altjóða oljumarknaðinum er mest sannlíka orsøkin til, at vit hava brúkt minni pening at keypa brennievni og aðrar oljuúrdráttir fyri í tíðarskeiðinum frá januar til juli 2007, sigur Hagstovan á heimasíðu síni.