Innflyta framvegis fleiri nýggjar bilar

Vøksturin í søluni av nýggjum bilum heldur fram við at vaksa. Higartil í ár hava vit innflutt 1458 nýggjar bilar. Tað er ein vøkstur upp á 145 bilar – ella 11 prosent.

 

Vøksturin í søluni av nýggjum bilum heldur fram við at vaksa. Higartil í ár hava vit innflutt 1458 nýggjar bilar. Tað er ein vøkstur upp á 145 bilar – ella 11 prosent.

 

Samalaða talið av innfluttum bilum fyrstu 11 mánaðirnar í ár er 1982 í mun til 1741 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 13,8 prosent.

 

Næst størsti bókur av innfluttum akførum er vørubilar. 221 vórðu innfluttir fyrstu 11 mánaðirnar í ár í mun til 178 í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 43 akfør – ella 24 prosent.

 

Yvirlit yvir øll innflut akfør sæst VIÐ AT TRÝSTA HER