Tað snýr seg um viðgerð av innlitsumbøn frá Kringvarpi Føroya í sambandi við uppsøgn frá Landsapotekaranum
Umboðsmaðurin hevur biðið ráðið taka málið uppaftur.
Klagarin var ónøgur við, at skjøl vórðu hildin aftur. Eisini varð víst á, at so fá skjøl sóust hoyra til málið.
Klagarin hevði fyrst biðið um tvey ítøkilig skjøl, sum sambært ráðnum ikki funnust. Ráðið vísti tó til eitt mál, har sjey skjøl vóru skrásett, og gav innlit í nøkur skjøl. Viðvíkjandi teimum skjølunum, sum innlit ikki varð latið í, varð víst til, at tey vóru innanhýsis arbeiðsskjøl. Mett var ikki, at ekstraherast skuldi úr skjølunum, av tí at talan var um privat viðurskifti hjá einstaklingum.
Klagarin bað síðani um at fáa afturhildnu skjølini.
Tá ið ráðið ikki hevði latið innlitið, varð klaga send umboðsmanninum.
Eftir at hava kunnað seg um málið og samskift við ráðið, var umboðsmaðurin ikki samdur við ráðnum í, at afturhildnu skjølini einans vóru innanhýsis skjøl. Umboðsmaðurin hevði eisini eftir umbøn fingið onnur skjøl enn tey, ið vóru skrásett í málsyvirlitinum, sum ráðið hevði latið klagaranum. Eftir at hava kunnað seg um øll latnu skjølini, var ikki greitt, hvørt tey síðst sendu skjølini hoyrdu til sama mál.
Umboðsmaðurin heitti tí á ráðið at umhugsa málið aftur, herundir hvørji skjøl ráðið hevði, sum máttu metast fevnd av innlitsumbønunum frá klagaranum, hvør skjalfesting var farin fram, og hvørji skjøl mugu metast at vera innanhýsis. Um skjølini ikki eru innanhýsis, eigur ein viðgerð at fara fram við støði í tí.
Ráðið varð biðið um at lata umboðsmannin frætta, hvørja niðurstøðu ráðið kemur til, eins og mint var á, at talan var um umbøn frá fjølmiðli. (LUM 26/05438)
Ein samandráttur av skrivinum til Almanna- og heilsumálaráðið kann takast niður her











