Hóskvøldið var innrás av gomlum bilum í Kirkjubø, tá Føroya Ellisakfør skipaðu fyri útferð til forna staðið, Kirkjubø. Men hóast bilarnir vóru gamlir, so er Stokkastovan meira enn tvífalt so gomul, sum allir teir gomlu bilarnir til samans, sum hetta kvøldið vitjaðu gamla bispasætið
Teir vóru 15 í tali, gomlu bilarnir, sum hóskvøldið vitjaðu Kirkjubø saman við eini hálvthundrað fólkum. Tað var felagið Føroya Ellisakfør, sum skipaði fyri útferð til søguliga staðið hetta kvøldið.
Bilarnir fóru í »skrúðgongu« frá felagshølunum yviri við Strond í Havn til Kirkjubøar - ella í raðkoyr-ing, sum tey plaga at kalla tað.
Í Kirkjubø varð vitjað í Stokkastovuni og í kirkjuni. Jóannes bóndi Patursson greiddi hegnisliga frá um garðin og gamla bispasætið, meðan gestirnir nutu ein breyðbita við føroyskum viðskera í 900 ára gomlu Stokkastovuni, sum kom rekandi í Hestfirði fyri 900 árum síðani, eftir at eitt skip, ið var rikið langt av leið frá Noregs strond, fórst í Skálsíðjubáruni. Stokkastovan er altso ikki bygd av rekaviði, men varð tilevnað í Sogn og Fjordane í Noreg, har hon varð sett upp og síðani tikin niðuraftur fyri at flyta á annað stað.
? Soleiðis kunnu vit siga, at Stokkastovan er fyrsta »typuhús« í Føroyum, helt Jóannes bóndi skemtandi.
Um vit siga, at tey fimtan ellisakførini, sum vitjaðu Kirkjubø hetta kvøldið, í miðal vóru 30 ára gomul, so er Stokkastovan kortini tvíflalt so gomul. Og har búgva framvegis fólk! Húskið hjá Jóannes bónda er 17. ættarliðið á garðinum - og at búgva í einum 900 ára gomlum húsi er sera sjáldsamt - kanska er tað eindømi í søguni, at fólk framvegis búgva í so gomlum timburhúsum?