Internetkaféin í Fuglafirði góða undirtøku

Nýggja internetkafein Vega, sum lat upp í fjør, hevur fingið sera góða móttøku, sigur eigarin Johan Joensen

Tað grør um gangandi fót á KT-økinum og internetkaféirnar gerast alsamt fleiri.

Fyri ikki so langari tíð síðani lat ein slík upp í Fuglafirði - Vega kallast hon - og eins og allar hinar, hevur hon fingið serstakliga góða undirtøku.


Gamal dreymur

Tað er Johan Joensen, úr Fuglafirði, sum eitur internetkaféina Vega, og hóast internetið ikki er so gamalt í Føroyum, so er tankin um eina internetkafé í Fuglafirði ikki nýggjur.

? Eg havi hugsað um tað í nøkur ár, men fekk tað ikki at hanga saman fíggjarliga fyrr enn nú, sigur Johan Joensen.

Hann er ikki ókendur á telduøkinum, tí hann rekur JJ-Teld, sum umframt sølu av teldum, í høvuðsheitum tekst við netumsiting og heimasíðugerð.

? Eg havi so lagt eitt sindur til síðis í nøkur ár, og í heyst valdi eg at gera álvara av ætlanunum, greiðir Johan frá.

Ert tú einsamallur um Vega?

? Ja, tað eri eg. Fleiri hava víst áhugað at vera við í ætlanini, men tá til stykkis kom helt eg, at tað var frægast at vera einsamallur um tað, sigur Johan.


Góða undirtøku

Tað var eftir øllum at døma tørvur á onkrum tílíkum í Fuglafirði, tí tað vísti seg beinanvegin, at nýggja internetkaféin fekk stóra undirtøku.

? Serliga tey ungu vístu stóran áhuga, men tað eru ikki bara tey. Í vikuskiftunum eru eisini tilkomin fólk í kaféini, so tað er ein breiður brúkarabólkur, greiðir Johan frá.

Tá vit spyrja hvat tað er tey gera, sigur hann at tað er so øgiliga ymiskt.

? Hjá teimum yngru eru tað serliga spølini og internetið, sum hava áhuga, meðan tey eldru koma inn á gólvið tí tey skulu skriva eitthvørt út, ella tí tey skulu kanna teldupostin, sigur Johan.

Annars hava verið nógvir sjómenn í Fuglafirði seinastu tíðina, og teir hava eisini brúkt Vega nógv.

Johan greiðir frá, at útlendsku sjómenninir st.økka inn á gólvið at stytta sær stundir, og til tað eru telduspølini góð.

? Men felags fyri tey allarflestu er, at teimum dámar væl at tjatta á internetinum, leggur Johan afturat.


Góð útgerð

Útgerðin hjá eini internetkafé er sjálvsagt sera týdningarmikil.

Í so máta er Vega sera væl fyri, sigur Johan. Hann hevur útvegað sær 20 HP teldur, og tær eru allar 500 Mhz. Hetta eru skjótar teldur, sum eru slitsterkar, og eisini teldur, sum halda prísin.

? Menningin á KT-økinum gongur sera skjótt, og tí kann væntast, at hesar teldurnar verða skiftar út tá gott og væl eitt ár er farið, men tá er ikki óhugsandi, at tær kunnu seljast til skúlabrúks, sigur Johan.

Hann leggur dent á, at fyri tað at teldurnar eru brúktar á kaféini, eru tær væl viðfarnar, og tí er tað funnin fressur hjá skúlum og kommunum, at keypa slíka útgerð brúkta.

? Men her í kaféini mugu vit alla tíðina hava ta nýggjastu útgerðina, leggur Jóhan afturat.


Skeiðvirksemi

í vetur

Hóast Vega er ein internetkafé, so hevur Johan Joensen ikki ætlanir at avmarka seg til »kafé-virksemi«.

Hann gongur longu nú og hugsar um, hvønn tátt hann skal taka upp, og sum tað sær út í løtuni, so er ikki óhugsandi, at hann fer undir skeiðvirksemi í vetur.

? Eg ætli mær at fara undir skeiðvirksemi av slíkum slag, sum í løtuni ikki fæst í Føroyum, sigur Johan.

Hann sigur, at tað í løtuni ikki ber til at taka skeið viðvíkjandi stýriskipanum, og tað ætlar hann sær at broyta.

Skalt tú sjálvur halda skeiðini?

? Nei. Eg havi fingið fatur á fólki uttanlands, sum kemur til Føroya at halda skeiðini.

Men hvat við teldukoyrikortum?

? Tað er ein møguleiki, men tað er ikki greitt hvussu tað verður við tí, sigur Johan.

Til endans kunnu vit annars siga teimum, sum hava hug at vitja inn á gólvið hjá internetkaféini Vega í Fuglafirði, at kaféin er opin allar dagar frá klokkan 15 til 24. Fríggjadag og leygardag er kortini opið til klokkan fýra um náttina og sunnudag verður latið upp klokkan 16.

Og fyri at tey skulu finna á mál kunnu vit enda við at siga, at Vega heldur til í bygningum har tógvhandilin hjá Marjun heldur til.