Internordic Guide Club hildið ársfund í Føroyum

Í døgunum frá 14.-18. apríl 2005 skipaði Føroya Ferðaleiðarafelag fyri ferðaleiðarastevnu í samband við ársfundin hjá IGC (Internordic Guide Club), sum er felag fyri góðkendar norðurlendskar ferðaleiðarar

Umleið 70 norðurlendskir gestir vóru komnir til stevnuna hjá Internordic Guide Club, sum var í Føroyum í døgunum frá 14. til 18. apríl. IGC heldur sín ársfund skiftandi millum limalondini og er hesin skipaður sum ein stevna við t.d. work-shops, fyrilestrum og kjakfundum. Í ár varð fundurin hildin í Føroyum og í hesum sambandi varð skipað fyri útferðum og fyrilestrum.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, setti stevnuna í Listaskálanum fríggjadagin, meðan sjálvur fundurin varð í Norðurlandahúsinum leygardagin 16. apríl. Fundurin viðgjørdi ymisk evni, sum ferðaleiðarar koma út fyri í sínum arbeiði. Til dømis koma útlendskir bussar higar við ferðafólki og fremmandum ferðaleiðarum, sum lítið og einki kenna til Føroyar, og kunnu hesir tí koma við villeiðandi upplýsingum um land okkara. Allir limirnir í IGC kenna til slíkar trupulleikar.


Seinrapartin leygardagin vóru fyrilestrar:
Jóannes Dalsgaard, Ph.D, tosaði um ferðaleiðaran sum formidlara av mentan. Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari, segði frá um føroyska málið og Gunhild V. Michelsen, ferðaleiðari, um føroyska dansin. Limir úr dansifelagnum "Tøkum lætt" sýndu fram dansispøl, og fingu útlendsku gestirnir høvi at luttaka í føroyska dansinum aftaná.

Stevnan í Føroyum eydnaðist sera væl, sigur Hilda Thomsen, samskipari av tiltakinum. Veðrið var gott og gestirnir fingu høvi at uppliva Føroyar sum ferðamannaland á útferðunum, sum vórðu gjørdar.