Tær báðar bumburnar, sum brustu í Stockholm seinasta vikuskifti, vóru fyrsta stig í einari størri ætlan, sum umfatar fleiri yvirgangsatsóknitr um jólini. Tað hava Interpol og amerikonsku myndugleikarnir fingið at vita frá tveimum týðandi ráðharrum í iraksku stjórnini.
Tað skrivar bretska blaðið Daily Mail í dag. Blaðið skrivar, at sambært iraksku ráðharrunum Hoshyar Zebari og Jawas al-Bolani hava iraksku myndugleikarnar fingið upplýsingarnar frá limum í al-Qaeda, sum sita í fongsli í Irak.
Zebari, sum er uttanríkisráðharri, og al-Bolani, sum er innanríkisráðharri, hava kunnað amerikanskar myndugleikar og Interpol um tað, sum fangarnir hava sagt. Sum skilst hava fangarnir sagt, at USA og lond í Evropa eru álopsmál hjá yvirgangsmonnunum, men ráðharrarnir vilja ikki siga alment, hvørji lond í Evropa talan er um, skrivar Daily Mail.
Tað er ikki nakað nýtt, at yvirgangsmenn royna seg um jólini. Sjálvan jóladag í fjør royndi ein ungur maður at spreingja eina bumbu í einum amerikonskum flogfari, og tann 22. desember í 2001 royndi ein maður at spreingja eina bumbu í einum flogfari, sum var á veg úr París til Miami. Báðar royndirnar miseydnaðust.