Iran byggir skip í Noregi

Iransku myndugleikarnir hava bílagt sjey bjargingarskip frá Båtservice Holding í Mandal í Noregi.

Bjargingarbátarnir verða 20 metrar langir, og hvør bátur fer at kosta umleið 16,5 milliónir norskar krónur. Teir skulu ganga skjótt, tí sambært Aftenposten verður mesta ferðin 40 míl. Arbeiðið at byggja bátarnar byrjar í hesum mánaðinum, og tann seinasti skal latast iranum innan 20 mánaðir.

Skipasmiðjan í Mandal hevur fyrr bygt bjargingarbátar fyri norsku bjargingarmyndugleikarnar og til onnur lond. Eitt nú hevur hon bygt tíggju slík skip til Turkalands.