Iran fær sær kjarnorkukavbát

Iran hevur tikið fyrsta stigið til at útvega sær ein kjarnorkuriknan kavbát. Tað segði herflotaovastin Abbas Zamini fyri tíðindastovuni Fars í dag. Sambært ovastanum er tað neyðugt, at kavbáturin verður kjarnorkurikin, fyri at hann kann brúkast á fjarleiðum.

-Øll lond hava rætt til at brúka kjarnorku til friðarlig endamál, og hesin rætturin umfatar eisini kjarnorkuna sum orku umborð á skipum, sigur Zamini við tíðindastovuna. Hann vil ikki siga, nær kavbáturin verður liðugur.

Í dag hava bara USA, Russland, Kina, Bretland og Frakland ta neyðugu tøknina til at byggja kjarnorkuriknar kavbátar, skrivar Reuters.