Ísrael leyp á Iran í nátt

Lokalir íbúgvar hava sambært iransku tíðindastovuni Tasnim hoyrt fleiri spreingingar í iranska høvuðsstaðnum tíðliga í morgun.

 

 

Seint í gjárkvøldið bórust tíðindi í útlendskum miðlum um, at spreingingar vóru at hoyra í iranska høvuðsstaðnum, Tehran, og í økjum nærindis.

 

Hugsandi var, at tað var Ísrael, sum nú var lopið á Iran, sum hevnd fyri mongu rakettirnar, sum iranski herurin sendi eftir Ísrael hin 1. oktober.

 

Í nátt váttaði ísraelski herurin (IDF) eisini, at Ísrael hevði lopið á fleiri hernaðarlig mál í Iran - í høvuðsstaðnum Teheran og í býnum Karaj nærindis.

 

Higartil í morgun er lítið frætt um álopið og um, hvørjar avleiðingar álopið hevur havt fyri Iran.

 

Men, iranska tíðindastovan, Tasnim, sigur í morgun, at Iran fer at hevna ísraelska álopið í nátt.

 

Lokalir íbúgvar hava sambært iransku tíðindastovuni hoyrt fleiri spreingingar í iranska høvuðsstaðnum tíðliga í nátt.

 

Reuters veit í morgun at siga, at grannalandið Irak stongdi loftrúmið í nátt orsakað av ísraelska álopinum á Iran.

 

Men, í morgun upplýsir Irak, at loftrúmið er latið uppaftur, og flogferðslan til og úr Irak koyrir sum vanligt aftur. 

 

##med2##

 

 

 

Soleiðis skrivar iranska tíðindastovan Tasnim í morgun