Í morgun frættist, at Iran væntandi fór at leypa á fleiri av londunum í Miðeystri, sum samstarva við USA ella Ísrael.
Nú veit Reuters at siga, at ein oljugoymsla í Oman, sum liggur við havnarlagið, er rakt av iranskum dronum.
Reuters vísir til eina sjónvarpsstøð í Oman og tryggingarfelagið, Ambrey, sum keldur til tíðindini.
Myndir av staðnum vísa eisini, at eldur er í einum oljutanga, og roykur stendur upp úr oljugoymsluni, skilst.
- Einki er í løtuni frætt um, at nakar hevur fingið løstir í iranska álopinum á oljugoymsluna, leggur Reuters aftrat.











