IRF hevur stóran fíggjarligan tørv

Øktu umhvørviskrøvini og stóra skuldarbyrðan teljast millum fremstu orsøkirnar til, at IRF innan tey næstu átta árini hevur stóran tørv á fíggjarligum betringum. IRF hevur gjørt eina langtíðarætlan, sum staðfestir stóra íløgutørvin, og neyðugt verður við hjálp frá landsstýrinum

Brennistøð

?Stóra skuldin, vaksandi rakstarútreiðslurnar og ein íløgutørvur komandi 8 árini, sum kemur at tátta í 200 mió. kr. ger, at framtíðarstøðuna sera trupla, um ikki inntøkugrundarlagið verður broytt munandi komandi árini.
Hetta stendur at lesa millum fyrstu síðurnar í ársroknskapinum og ársfrágreiðingini hjá IRF(Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin).
Ársúrslitð hjá IRF var annars ikki nakað vánaligt úrslit. Úrslitið vísti eitt yvirskot áljóðandi 4,4 mió kr. Orsakað av støðuni hjá IRF sum lutafelag, so skal tað ikki gjalda skatt, og yvirskotið fer beint inn hjá felagnum. Tað eru flestu kommunurnar í landinum, uttan tær í høvuðsstaðarøkinum, sum eiga IRF. 28.650 borgarar eru umboðaðir í IRF gjøgnum sína einstaku kommunu. Felagsskapurin varð settur á stovn í 1979 og í 1989 varð høllin liðug í Lorvík.

Langtíðarætlan
Henda sama høllin, sum stóð liðug í 1989, fekk eisini tá ein spildurnýggjan ovn, men hesin er ikki longur spidurnýggjur. Í 2008 skal hesin skiftast út, og hetta er ein íløga upp á einar 90 mió. kr.
Poul Andrias Joensen, stjóri fyri IRF, sigur, at teir hava merkt, at krøvini frá myndugleikunum við atliti at umhvørvinum eru vorðin munandi strangari. Millum annað nevni Poul Andrias, at teir hava fingið álagt at fáa sær eina nýggja roykreinsingarskipan innan 2005, og hendan fer at kosta um 30 mió kr. Alt hetta gevur eina samanlagdan tørv á umleið 200 mió. kr. næstu átta árini.
Til tess at fremja hesa íløgur og broytingar í verki, so IRF hava fatur á fleiri inntøkum. Ein ætlan er at umleggja stóra lánið frá landsstýrinum til eitt stuðulslán, men einki endaligt svar er komið um hetta. Eisini er ætlanir um eitt punktgjald á ávísum burturkasti. Hvussu er og ikki, so liggur bólturin nú hjá landsins myndugleikum, tí kommunar megna neyvan ein so stóra íløguútreiðslu.