Bólkurin ?Isina?, vid donsk/føroysku songkvinnuni Katrinu Petersen á odda, tekur støði í fólkatónleiki ið fyri tað mesta stava úr Svøríki og Bulgaria.
Katrina Petersen hevur í mong ár fingið íblástur úr fólkatónleikinum, serstakliga tí Bulgarska sum við sínum skeivu taktum, hvassa klangi og vakra lagið geva eina heilt serstaka uppliving. Afturat sær hevur Katrina nakrar av Føroya bestu improvisatorum, nevniliga Angelika Nielsen á violin, Leivur Thomsen við guitara, Mikael Blak kontrabass og Rógvi á Rógvu á trummunum.
Isina framføra í Reinsarínum kl. 20.00 leygarkvøldið.